Kommunusamanleggin
Í nógvum føroyskum bygdum er stórur spenningur um hvussu gongdin í kommunalum samanleggingum fer at taka seg út aftan á tey komandi kommunuvalini í november. Hóast verandi lóggáva um sjálvbodnar samanleggingar ikki gevur ítøkiliga leiðbeining, so hevur inniverandi valskeið, nú tað er um at renna út, sæð eina krymping í mongdini av kommunalum eindum við so mikið sum 14; vit høvdu 48 kommunur fyri fýra árum síðani, tann 1. januar 2005 hava vit 34.
Um samanleggingarnar henda í títtari ella spakuligari takt, veldst um eygað ið sær. Í øllum førum er tað ómøguligt at siga hvat fer at henda aftan á valið, partvís tí at eingin, í prinsippinum, kann spáa hvat úrslitið av valinum verður. Men síðani kunnu sjálvandi aðrar serligar orsøkir vera til at spurningurin í nógvum stendur víðopin.
Fleiri jokarar
Taka vit Eysturoy sum dømi, so skilst at fleiri borgarstjórar í stórum bygdum hava sagt at teir ikki eru sinnaðir at halda fram í komandi valskeiði.
Sjóvar Kommuna, ið geografiskt kundi hóskað saman við Skála, fer uttan iva fyrr ella seinni at kenna trýstið frá einum tørvi á samanlegging við aðra kommunu. Nes Kommuna, beint yvirav, liggur í natúrligum forleingilsi av Runavík, og her er so at siga sama søga galdandi sum hjá Sjóvar Kommunu: kommunan er rættiliga stór men verður kortini helst ov lítil tá av tornar. Nakað heilt annað er at Strendur og Toftir tykjast líkjast socialt og mentanarliga.
Tann traditionelli triangulin Fuglafjørður-Gøta-Leirvík stendur somuleiðis fyri einum vali millum at konsoliderast ella deilast upp í aðrar eindir. Geografiskt og søguliga hevur hetta verið ein sjálvsøgd eind, men samstarvið millum hesar kommunur hevur víst seg at halta í summum førum. Von at vera regionalur leiðari, hevur Fuglafjørðar Kommuna verið løgd undir at trumfa í so nógv í mun til Gøtu og Leirvík í málum tær tríggjar kommunurnar hava samstarvað um.
Millum stórar jokarar í hesum samanhangi teljast vaksandi Runavík og Norðoyatunnilin. Tann fyrri er ein táttur ið dregur Gøtu móti Kongshavn, meðan tann næsti uttan iva fer at styrkja bond millum Klaksvík og umráðið, tað er fyrst og fremst Leirvík. Eftir stendur spurningurin um hvussu Fuglafjørður fer at spæla út síni kort.
Sjálvboðið?
Kommunalar eindir við færri enn 1500 íbúgvum verða, út frá tí sum politiskt er lagt upp til viðvíkjandi eitt nú barnavernd, noyddar at leggja saman við aðrar ella fáa í lag formelt samstarv um socialar tænastur.
Processin við samanleggingum varð sett í gongd í 1990unum tá Landsstýrið vildi leggja upp til at kóka tær kommunalu eindirnar niður í níggju, aftan á at tað stóð greitt at ein røð av socialum uppgávum ið eftir ætlan skuldu flytast av lands yvir á kommunalt stig ikki kundu flytast av tí praktisku orsøk at tær nógvu kommunurnar vóru ov smáar, fíggjarliga ov veikar til at bera kostnaðin av barnaansing, eldrarøkt og øðrum ið nýmótans føroyingar krevja av samfelagnum.
Aftan á eitt ramaskríggj og fylgjandi kanning varð málið politiskt kanaliserað í núverandi linju sum gongur út upp á at kommunurnar sjálvar skulu sleppa at stýra gongdini móti færri eindum, tó ikki óendaliga leingi: Landsstýrið heldur um stýripinnin gjøgnum at avgera hvussu og nær tær ymisku lokalu samfelags uppgávurnar skulu ásetast, og kommunurnar noyðast í sínum lagi at dansa eftir galdandi pípu fyri ikki at gerast lógarbrótarar.
Samanbera vit við onkur av grannalondunum, so minnir tann føroyska gongdin í kommunalum samanleggingum kanska meir um mótsvarandi í Íslandi heldur enn í Danmark, har samanleggingar hava verið gjøgnumførdar centralistiskt og stuttfreistað.
Peningur og demokrati
Limalistarnir hjá teimum báðum felagsskapunum ið umboða kommunurnar, Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag ávikavist, tala sítt mál. Ein kontrastur millum tær smáu eindirnar og tær størru eindirnar kemur fram í og við at flest allar størri kommunur eru limir í Kommunusamskipani meðan Kommunufelagið ístaðin mest umboðar tær smærru kommunurnar. Nakað forgjørt kann neyvan liggja í hesum, eftirsum fyritreytirnar hjá kommunum av ymiskum støddum eru rættiliga ymiskar.
Mong meina at alt hetta í nógvum er ein spurningur um hvør ið skal gjalda rokningina fyri kommunalt administreraðar tænastur: tann fíggjarliga nóg sterka kommunan ella tann fíggjarliga minni menta kommunan við stuðli úr landskassanum.
»Okkara felagsskapur tekur sum heild undir við tí sum Landsstýrið hevur lagt upp til,« segði Jógvan Krosslá, formaður í Kommunusamskipan Føroya. »Tað hevði verið órealistiskt at sett sum mál at fingið talið á kommunum longur niður enn til 9. Onkur vil meina at 14 er eitt betri tal men skulu kommunurnar kunna klára tær uppgávur sum verða lagdar út, so mugu tær hava eina ávísa stødd. Vit meina at 1500 er eitt rímiliga hóskandi tal av íbúgvum.«
Hinvegin vísa onnur á tað demokratiska aspektið og seta seg upp ímóti at tvinga kommunur at hava ávíst tal av íbúgvum.
»Vit eru sum so neutral í mun til spurningin um samanleggingar,« segði Mia Petersen, formaður í Føroya Kommunufelag. »Tað sum vit ikki taka undir við er tankin um at tvinga kommunur til at hava ávísa stødd_ Samanlegging ella samstarv, tað eigur at vera upp til kommunurnar sjálvar at avgera hvussu tær vilja klára sínar uppgávur fíggjarliga. Fyritreytirnar hjá teimum ymisku kommununum eru ógvuliga ymiskar og fólkatalið er ikki altíð tann avgerandi tátturin hvat búskapi viðvíkur. Samstarv og dialogur eru lyklaorð her.«