Spenningurin er stórur

Hondbóltur: Leygardagin fellur avgerðin í hondbóltskappingini hjá monnum, tá ið StíF og Kyndil dystast á Skála. Vit hava loddað dýpið hjá leikarunum á hinum 1. deildarliðunum og spurt teir, hvørjum teir rokna við leygardagin

Vit hava sett okkum í samband við ein leikara frá hvørjum av teimum fimm liðunum í bestu mansdeildini í hondbólti, ið ikki kunnu gerast meistarar, og spurt teir, hvussu teir vænta, at tað fer at spæla av á Skála leygardagin, tá ið føroyameistaraheitið 1999 hjá monnum verður avgjørt. Haraftrat hava vit spurt teir, hvør verður ársins leikari eftir teirra tykki


Hallur Danielsen, H71


Hvør vinnur føroyameistaraheitið leygardagin?

- Eg vænti, at tað verður Kyndil, ið vinnur, tí at teir hava størri traditiónir, og haraftrat hava teir drúgvari royndir frá slíkum týðandi og altavgerandi dystum. Flestu leikararnir hjá Kyndli, hava roynt hetta fyrr, og tað kann gerast avgerandi.

- Eg trúgvi eisini, at breiddin hjá Kyndli kann gerast avgerandi. Somuleiðis vænti eg, at ein leikari sum Bárður Johannesen hjá Kyndli kann gerast maðurin, ið vinnur dystin fyri Kyndil. Hann hevur víst seg at verða sera væl fyri seinastu dystirnar.

- Málmenninir koma eisini at hava nógv at siga fyri dystargongdina, tí bæði liðini hava sera góðar málmenn. Hjá strandingum hevur tað eisini nógv at siga, hvussu Jónleif Sólsker er fyri, tí hann hevur roynt hesa støðu óteljandi ferðir áður, og hann hevur fingið serstakliga væl burturúr í ár, bæði sum leikari og venjari. Tað er heilt greitt ein missur fyri strandingar, at Sveinbjørn ikki verður við, tí hann hevur nógv at siga í verjuni serliga. Somuleiðis verður John Petersen ikki við. Tað er tó ein heilt greiður fyrimunur hjá StíF, at teir hava heimavøll.


Hvør verður ársins leikari?

- Tað er ilt at meta um, men eg vildi mett, at tað antin verður Jónleif Sólsker ella Jakob Jónsson. Kanska fara Áki Olsen og Hans Guðmundsson at gera seg galdandi, men teir hava verið so nógv mansvardir, at eg rokni ikki við teimum.




Páll Nólsoy, Neistin


Hvør vinnur føroyameistaraheitið leygardagin?

- Tað er øgiliga torført at meta um, tí tað kann fara báðar vegir. StíF hevur traditiónirnar ímóti sær, men hava strandingar ein góðan dag, er tað ógvuliga torført at basa teimum.

- Rutinan hjá Kyndli kann gerast avgerandi, og tað hevur sera stóran týdning fyri Kyndil, at Bárður Johannesen og Hans á Lag verða við. Tað er einki at ivast í, at dysturin verður sera tættur.

- Strandingar hava áður kiksað í slíkum avgerandi dystum, og tað fer heilt avgjørt at merkjast, at Sveinbjørn verður leikbannaður, tí hann hevur havt eitt stak gott kappingarár.


Hvør verður ársins leikari?

- Tað eru fleiri um boðið, men eg vildi mett, at tað fer at standa ímillum Artur Johansen og Jakob Jónsson, kanska Áki Olsen kemur upp á tal, men eg rokni ikki við tí.



Hjalmar Klein Olsen, VÍF


Hvør vinnur føroyameistaraheitið leygardagin?

- Eg veit ikki, tí dysturin er sera opin. Strandingar hava spælt sera væl í seinastuni, meðan kyndlaleikararnir eru meiri vanir við at vinna. Liðið hjá Kyndli hevur ofta verið í hesi støðu fyrr, og tað er avgjørt til teirra fyrimun.

- Hava strandingar ein góðan dag, so eru teir sera truplir at vinna, og tí haldi eg, at dysturin er ógvuliga opin. Somuleiðis hevur tað nógv at siga, hvussu málverjarnir eru fyri, og serliga umráðandi er tað fyri strandingar, at málmenninir taka nakað, so at teir fáa gongd á síni skjótálop.

- Tað er ein stórur missur fyri strandingar, at Sveinbjørn verður leikbannaður, tí hann hevur nógv at siga fyri liðið. Undir øllum umstøðum vænti eg ein sera spennandi og javnan dyst.


Hvør verður ársins leikari?

- Eg vildi mett, at tað verður Jakob Jónsson, sum verður valdur til tað, tí hann hevur víst serstakliga góðar dygdir í kappingini.



Arnfinn Langgaard, Tjaldur


Hvør vinnur føroyameistaraheitið leygardagin?

- Tað er ilt at meta um, men skal eg koma við einum skoti, so vildi eg sagt Kyndil. Tað verður uttan iva ein heilt javnur dystur, men eg haldi, at Kyndil hevur eina betri verju, og haraftrat hava teir víst støðugari spæl í kappingini. Fáa strandingar hinvegin gongd á skjótálopini hjá sær, so eru teir øgiliga torførir at steðga.

- Tað er ógvuliga trupult at spáa um dystin, men undir øllum umstøðum, so verður tað eitt ordans brak. Talan er um tvey góð lið, og alt kann henda. Tað kemur at hava stóran týdning, hvussu málverjarnir eru fyri, tí teir kunnu avgera ein dyst.


Hvør verður ársins leikari?

- Tað er eisini ringt at siga, men eg haldi, at besta boðið er Hans Guðmundsson, hóast hann hevur verið mansvardur so at siga alla tíðina. Fær hann pláss at spæla, so kann hann skjóta eitthvørt lið í Føroyum sundur og saman.



Jákup Dam, KÍF


Hvør vinnur føroyameistaraheitið leygardagin?

- Tað er ein ógvuliga ringur spurningur. Eg veit ikki, men eg vænti, at dysturin verður nokk so javnur. Skal eg gita, so vil eg siga, at strandingar vinna, tí teir eru omaná í løtuni. Eg haldi, at Kyndil er í einum lítlum aldudali, og teir hava ikki víst tað stóra seinastu dystirnar.

- Tað er heilt greitt ein stórur missur fyri StíF, at Sveinbjørn verður leikbannaður, tí samanspælið millum hann og Jónleif hevur verið sera gott í ár. Rutinan hjá Kyndil kann gerast avgerandi, men strandingar hava stóran fyrimun av at verða á heimavølli.

- Hóast Kyndil hevur verið torførasta mótstøðuliðið hjá okkum í ár, so vænti eg, at StíF vinnur, tí Kyndil er eftir mínum tykki framvegis í eini down-periodu.


Hvør verður ársins leikari?

- Tað veit eg ikki, men kanska verður tað Jakob Jónsson. Hann hevur veruliga imponerað meg, og eg haldi, at hann er ein ógvuliga fjølbroyttur spælari við nógvum góðum dygdum bæði á vøllinum og uttan fyri vøllin.