Spenningurin er varðveittur

Teir býta rættuliga negl í Brøndby í kvøld. Tað gera teir, eftir at B36 bara hevur tapt 1-0 á Brøndby stadion.

Harvið er spenningurin varðveittur, um tað verður Brøndby ella B36, sum fer at spæla seg víðari í kappingini, tá ið Brøndby um tvær vikur fer at vitja B36 á ovara vølli í Gundadali.

Einasta málið skoraði svenski Max von Schelbrugge í 50. minutti, tá ið hann eftir horna úr høgru við nærra stólpan við høvdinum snittaði bóltin yvir í handara síðunetið.

B36 liðið: Meinhard Joensen ? Magnus Olsen, Dimitric Jancovic, Oddmar Færø, Santos ? Bergur Midjord, Hanus Thorleifsson, Klæmint Matras, Súni Olsen, Jóhan V. Gunnarssson -Sam Malsom (Johan Ellingsgaard, 90.)

Gult kort: Dimitri Jankovic 11, Alex dos Santos, Bergur Midjord 83.