Spenningurin helt sær til síðsta leik

Tá ið níggju umfør vóru telvað, lógu fýra unglingar lið um lið, og tað var ikki fyrrenn í síðsta umfarinum í umdystinum, at tað varð greitt, at tað ikki fór at verða neyðugt við enn einum umdysti

Hóast hálv onnur vika er liðin, síðani FM í talvi fyri einstaklingar var á Oyrabakka, so loyva vit okkum at rógva eitt sindur aftur á aftur. Spenningurin í unglingadeildini var rættuliga stórur, og nærlagdu ungu menninir hava uppiborið, at eitt sindur verður gjørt burturúr teimum.
Áhugin fyri unglinga bólkinum var hesa ferð rættuliga stórur. 34 høvdu boðað frá luttøku, og hóast seks teirra av ymsum orsøkum fullu frá eftir fyrsta umfarið, so var skarðin stórur, sum stríddist um FM heitið.
Sjáldan hevur unglingabólkurin verið so opin, sum hann var tað hesa ferð. Ofta hevur tað verið soleiðis, at ein upplagdur favorittur hevur verið. Undan kappingini varð roknað við, at einir fýra ella fimm høvdu møguleika at gerast meistarar, og tá ið níggjunda og seinasta umfarið var av eitt sindur eftir middag páskaaftan, høvdu fýra telvarar sjey stig.
So var neyðugt við umdysti, har hesir fýra allir telvaðu ímóti øllum. Teir fýra vóru Jón Gregersen úr Sandavági, Rógvi Dragaberg úr Klaksvík, Rógvi Mortensen úr Havnini og Hjalti Toftum Jógvansson úr Havnini. Í umdystinum vóru treytirnar, at teir høvdu 25 minuttir í part pluss tíggju sekund fyri hvønn leikin.
Úrslitini vóru hesi. Fyrsta umfarið: Jón Gregersen-Rógvi Mortensen 0,5-0,5 og Hjalti Toftum Jógvansson-Rógvi Dragaberg 0-1. Annað umfarið: Rógvi Dragaberg-Rógvi Mortensen 0,5-0,5 og Hjalti Toftum Jógvansson-Jón Gregersen 0-1. Í triðja umfarinum vann Rógvi Mortensen á Hjalta Toftum Jógvansson. Talvið millum Jón Gregersen og Rógva Dragaberg var tí avgerandi. Um tað endaði remis, so skuldu teir báðir Rógvarnir og Jón í nýggjan umdyst. Um Jón Gregersen vann, so varð hann meistari, og um Rógvi Dragaberg vann, so varð hann meistari.
Tað var tætt og spennandi, og úrslitið var, at Rógvi Dragaberg vann. Teir vóru báðir í tíðarneyð, og pinnurin hjá Jón datt fyrst.
- Eg haldi, at hann stóð eitt sindur betur, men vit vóru báðir kroystir av tíðini, sigur nýggi unglingameistarin í talvi, Rógvi Dragaberg, tá ið vit ynskja honum tillukku við meistaraheitinum.
Rógvi Dragaberg er føddur 18. juni í 1990, og er tískil 14 ára gamalur. Rógvi hevur longu telvað í fleiri ár. Eingin ivi er um, at hann hevur fingið íblásturin frá eitt nú beiggjanum, Rúna Dragaberg, sum vann FM fyri unglingar í 2002, eftir at hann tvær ferðir frammanundan hevði verið rættuliga tætt við, men hevði snávað í síðstu umførunum.
Í unglingabólkinum eru nógvir árgangir. Onkrir, sum luttóku hesa ferð, vóru væl yngri enn nýggi meistarin, og aðrir vóru væl eldri. Aldursmarkið er tjúgu ár.
Fleiri av teimum, sum luttóku í landsliðsbólkinum, høvdu havt aldur at tikið lut í unglingabólkinum, men teir valdu sjálvandi at stríðast, har mótstøðan kundi roknast við at verða størst. Millum hesar vóru Rani Baldursson, Sjúrður Thorsteinsson og Helgi Dam Ziska, sum vann unglingakappingina í fjør.