Spennningur í Sørvági

Mjølnir skal til Sørvágs at møta SÍ sunnudagin. Hetta verður væntandi tættasti dysturin hetta vikuskiftið. Í Havn møtast oddaliðið og botnliðið. ÍF skal til Havnar at verja oddasessin, meðan Fleyr roynir at sleppa av aftasta plássi

Dysturin millum SÍ og Mjølnir er helst einasti dysturin hetta vikuskifti, har úrslitið ikki er givið frammanundan. Tó er SÍ kanska ikki tað, sum roknað var við, tá kappingin byrjaði.
Gamaní fingu teir eina flúgvandi byrjan uppá kappingarárið, tá teir vunnu Fleyrkappingina, og harvið tryggjaðu sær pláss í steypafinaluni, men síðani hava teir ikki gjørt tær stóru skreytirnar. Afturat sigrunum á Fleyr (tríggir í tali), hevur SÍ bert vunnið ein dyst. Men tað var so harafturínóti júst móti Mjølni, og einki er at ivast í, at SÍ ætlar sær at endurtaka hetta.
Men hesum fer Mjølnir neyvan at lata sær lynda. Teir vístu í Mjølnirkappingini farna vikuskifti, at teir eru væl fyri í løtuni, tá teir góvu ÍF ein skarpan gang í finaluni.
Og hyggja vit at stigatalvuni, so síggja vit, at liðini eru púra jøvn, so tekn eru í sól og mána um, at vit fáa ein spennandi dyst í Sørvági sunnudagin.

Fleyr - ÍF
Fleyr: spælt 9 dystir, ongan vunnið og null stig. --? ÍF: spælt 8 dystir, vunnið allar og 8 stig. Hetta sigur so mikið, at ikki er neyðugt við hvørki vísindamonnum ella spákonum at gita úrslitið av hesum dystinum.
Hjá Fleyr ræður kanska heldur ikki so nógv um at fáa stig burturúr hesum dystinum. Teirra málsetningur er fyrst og fremst at byggja upp eitt nýtt lið, sum einaferð í framtíðini kann liggja í tí endanum, har Fleyr plagdi at liggja og har stuttligast er at vera, og tað er jú í ovara endanum.
Og har liggur ÍF í løtuni og ilt er at síggja, hvussu hetta skal kunna broytast í ár. Vinna teir á Fleyr, so eru teir 3 stig frammanfyri liðið, ið fer at liggja sum nummar tvey sunnukvøldið; SÍ ella Mjølnir. Harafturat hevur ÍF spælt ein dyst minni enn hini liðini.