Spent Eva

Sandavágur: Tað var ikki nógv um lítlu Evu, sum hevur sína dagligu gongd í barnagarðinum Sóljugarður fyrrapartin henda hósmorgunin.
Tað var ikki lætt at fáa orð á hana, tí hon konsentreraði seg bara um tað eina: Hvussu skal eg geva blómutyssið til Margrethu drotning.
Sum ein part av vitjan síni í Føroyum var avgjørt, at tey drotningahjúnini skuldu leggja leiðina inn í henda nýggja barnagarðin í Sandavági.
- Eg eri ógvuliga spent, var einasta orðið, vit fingu úr hesi sjey ára gomlu Evu Christiansen, sum i dagens anledning var ílatin føroysk klæði.
Tá so drotningin umsíðir kom í Sóljugarðin handaði hon henni blómurnar, uttan at ótti sást av nøkrum slagi. Óført.