Sperd lið við Margáir

Pílurin peikar skeiva vegin hjá báðum liðunum, ið hittast við Margáir í ag.

Tað verða tvey lið, ið hava hart hava brúk fyri stigunum, ið hittast við Margáir í dag. 

 

EB/Streymur, ið annars hevur styrkt seg væl undan kappingini, hevur ikki fingið tí byrjanina, sum fólk í Sundalagnum annars høvdu vónað. 9 stig av 21 møguligum er minni enn hvat málsetningurin er við Margáir og tí verður tað heilt sikkurt eitt tendrað EB/Streyma lið, ið fer á vøllin við Margáir í dag.

 

Gestirnir úr AB eru heldur ikki nøgdir við byrjanina av kappingini. 

 

AB hevur einans fingið tann eina sigurin í Effo-deildini í ár. Hann fingu teir longu í fyrsta umfari, tá AB heldur yvirraskandi vann 0-2 í Gøtu móti FM-biðlunum úr Víkingi.

 

Tað er greitt at sterki álopsleikarin Jóan Símun Edmundsson ikki verður í hópinum hjá AB í dag. Hann er framvegis skaddur í lærkrikanum.

 

Dysturin við Margáir byrjar í dag klokkan 15:00. Dagfinn Forná dømir dystin.