Nógvir hava roynt at keypt og virkað gulllaks gjøgnum árini, men flestu eru givnir aftur. Trupult hevur verið at fingið lønsemi burturúr.
Men, hjá Tavuni í Leirvík er øðrvísi. Her hevur gulllaksur verið virkaður til fars, heilt síðan eigararnir yvirtóku virkið í nítiárunum.
Í fleiri ár hevur virkið havt stór avlop í framleiðsluni, og soleiiðis var eisini í 2012, tá avlopið var slakar 7 miljónir krónur - ella neyvari 6,8 miljónir krónur.
Enn er árið í fjør - 2013 - ikki endaliga gjørt upp, men Jóan Magnus Rasmussen, sum saman við Ingvari Joensen hevur havt leiðsluna av virkseminum í Leirvík um hendi, heldur, at útlitini fyri seinasta ár eru rímiliga góð.
- Eg vænti, at árið í fjør fer at líkjast árinum fyri, og at avlopið í rakstrinum fer at liggja á nøkulunda sama støði, sigur hann lítillátin.
in.fo kann leggja aftrat, at skipini, sum vóru á gulllaksaveiði í summarhálvuni og løgdu veiðina upp til Tavuna, fingu betri prís fyri fiskin enn seinastu undanfarnu vertíðir.