Tað er onki mark fyri, hvat fólk kunnu finna upp á. Nú hevur ein sponsk kona verið á tinglýsingini í heimbýnum og hevur tinglýst sólina í sínum navni. Eftir at hava skinið á okkum í milliardir av árum, hevur sólin sostatt loksins fingið ein eigara!
Tann 49 ára gamla Angela Duran, sum býr í Salvaterra Do Mino, hevur greitt El Mundo frá, at hon fekk hugskotið eftir at hava hoyrt um ein amerikanara, sum hevur skrásett mánan, og flestu gongustjørnur í okkara sólskipan, í sínum navni.
Hon sigur, at tað er ein altjóða avtala um, at onki land kann krevja ognarrættin til gongustjørnur.
- Men tað stendur onki í avtaluni um einstaklingar, leggur hon afturat
Hon sigur, at ein og hvør annar kundi havt funnið upp á hetta, men tað tað var altso hon, ið fekk hugskotið fyrst.
Nú ætlar hon so at krevja avgjald frá øllum, sum brúka sólina. Helvtina av avgjaldinum ætlar hon at rinda í skatti spanska landskassan og 20% skulu í ein eftirlønargrunn.
Annars ætlar hon at lata 10% til gransking og 10% til bardagan ímóti hungursneyð í heiminum.
Men tey síðstu 10% ætlar hon at hava sjálv.
Hon sigur, at nú er stundin komin til at troyta allar inntøkumøguleikar, ið eru.
Onkur viðmerkjari heldur, at ætlar hon at krevja avgjald frá øllum, ið brúka sólina, kann hon eisini vænta sær enfurgjaldskrav frá teimum, ið hava fingið húðkrabba, hava skáldað seg ella sum á annan hátt hava fingið mein av sólini.