Fimm av teimum átta hálvfinalistunum í Champions League og Europa League eru úr Spania. Real Madrid og Barcelona í Champions League, og í gjár komu Valencia, Atletico Madrid og Athletic Bilbao í hálvfinalurnar í Europa League.
Hvør landskapping er tann sterkasta í Evropa? Spurningurin er tann sami, men svarið er skiftandi. Síðani Roman Abramovich í 2003 keypti Chelsea hevur enska Premier League verið væl umboðað í hálvfinalunum í Champions League. Men í ár er bara eitt enskt felag eftir. Chelsea. Hinvegin hevur Spania tvey umboð í Champions League hálvfinalunum og trý í Europa League hálvfinalunum.
Tað fara altíð at verða ymiskar meiningar um hvør landskapping er tann sterkasta, og hvørji lond leggja mest fyri í heimligu kappingini í mun til eitt nú Europa League. Men úrslitini í Evropa League í gjár geva enn eina ábending um at spanskur fótbóltur er væl fyri í løtuni.
Athletic Bilbao, sum millum annað hevur sligið Manchester United út úr kappingini, spældi 2-2 javnleik á heimavølli móti týska Schalke 04. Athletic Bilbao vann fyrra dystin 4-2 og kemur tí víðari við einum samanlagdum 6-4 sigri. Klaas Jan Huntelaar legði Schalke á odda, men Ibai Gomez javnaði stutt fyri hálvleik. Fyrrverandi Real Madrid liðskiparin, Raul, skoraði bæði málini hjá Schalke í fyrra dystinum. Hann skoraði eisini í heimlandinum, tá hann tíðliga í seinna hálvleiki legði gestirnar á odda 2-1. Bara tríggjar minuttir seinni brustu vónirnar um víðari luttøku, tá Markel Suseta javnaði fyri Athletic Bilbao.
Valencia vann 4-0 á AZ Alkmar úr Hollandi. Samlaði sigurin gjørdist 5-2. Atletico Madrid vann 2-1 í Hannover og kemur víðari við einum 4-2 sigri á liðnum, sum hevur heimavøll á leikvøllinum, ið Føroyar skulu møta Týsklandi.
Einasta ikki spanska liðið í Europa League hálvfinalunum er portugisiska Sporting Lisbon. Teir vunnu ein tepran 3-2 sigur samanlagt á Metalist.
Europa League fjórðingsfinalur:
Athletic Bilbao (4) (2) Schalke 04 2-2
0-1 Klaas Jan Huntelaar, 29
1-1 Ibai Gomez, 41
1-2 Raul Gonzalez, 52
2-2 Markel Susaeta, 55
(Athletic Bilbao vinnur samanlagt 6-4)
Valencia (1) (2) AZ Alkmaar 4-0
1-0 Adil Rami, 15
2-0 Adil Rami, 17
3-0 Jordi Alba, 56
4-0 Pablo Hernandez, 80
(Valencia vinnur samanlagt 5-2)
Hannover 96 (1) (2) Atletico Madrid 1-2
0-1 Antonio Lopez, 63
1-1 Mame Biram Diouf, 81
1-2 Radamel Falcao, 87
(Atletico Madrid vinnur samanlagt 4-2)
Metalist (1) (2) Sporting Lisbon 1-1
0-1 Ricky van Wolfswinkel, 44
1-1 Jonathan Cristaldo, 57
(Sporting Lisbon vinnur samanlagt 3-2)