Tá ið danskur fiskur verður seldur á uppboði, vita keyparar, hvør hevur veitt hann, hvar hann er veiddur, og nær hann er veiddur Leiðarin fyri Danmarks Fiskeriforening Flemming Kristensen heldur, at sporføri er í lagi við donskum fiski. Tá ið fiskurin verður seldur á uppboðssølu, veit keyparin hvør hevur veitt fiskin, hvar hann er veiddur, og nær hann er veiddur.
- Tí er tað bara tað næsta liðið, sum skal fylgja hesum upp.
Flemming Kristensen fegnast annars um, at fiskur skal kunna sporast til upprunalandið.