Eftir at hava royndarkoyrt ein Kia Sportage í tvey ár og koyrt 100.000 kilometrar er Sportage tann mest feilfríi SUV, sum týska bilmagasinið Auto, Motor und Sport hevur koyrt higartil.
Síðan miðskeiðis í 2014 hevur eitt redaktiónsteam hjá Auto, Motor und Sport testað bilin. Talan er um ein Kia Sportage 2,0 CRDi 4x4 við automatiskum girum og 184 hk.
Í øllum teimum umfatandi testunum, som Auto, Motor und Sport hevur gjørt í mong ár, hevur eingin annar SUV verið fullkomiliga uttan feilir. Kia gevur 7 ára garanti upp á allar sínar bilar.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/