SportBoxin: Frá U21 til A-landsliðsvenjara

(SportBoxin) Nýggi A-landsliðsvenjarin í manshondbólti vitjaði sendingina SportBoxin á Rás2 fyrrapartin

Sonni Larsen er hækkaður í tign, sum landsliðsvenjari. Aftaná søguliga áttandapartsplássið í U21 HM-endaspælinum í Algeria í summar hjá føroyska U21-landsliðnum hevur Sonni Larsen saman við Jeppe Borch fingið ábyrgdina av føroyska A-landsliðnum.

 

Sonni Larsen væntar eina torføra kapping í Italia í januar, har Ukraina, Rumenia og Italia verða mótstøðuliðini í HM-undankappingini. Men hann fer at gera sítt ítarsta til at fyrireika liðið so gott sum møguligt. Til endamálið hevur Sonni Larsen nú eisini landsliðsspælarar sum spæla í Noregi, Ìslandi og í Danmark.

 

Nomið var eisini við FTZ-deildina og hvonndeildina, har Sonni Larsen hevur høvuðsábyrgdina av bestu liðunum hjá kvinnum og monnum. Ì vikuni vann kvinnuliðið hjá H71 sín fyrsta sigur í bestu kvinnudeildini.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Sonni Larsen í sendingini SportBoxin á Rás2 fyrrapartin.