Sportscoupé við stórari baklúku

Jaguar Advanced Lightweight Coupé er ein elegantur sportsbilur í røttum Jaguar stíli. Bilurin, ið er gjørdur úr aluminium og skal avloysa XK8, kemur á marknaðin í 2006

Jaguar kalla konseptbilin Advanced Lightweight Coupé, men eingin ivi er, um at talan er um avloysaran fyri Jaguar XK8.

Ein Jaguar skal útstrála orku og síggja sportsligur út, samstundis sum bilurin skal vera elegantur í allar mátar.

Ætlanin er at hesin bilurin skal koma á marknaðin í 2006 við aluminiumskarossarí og bygdur á aluminiumschassis.

Motorurin verður 4,2 litur V8 við 295 hk og eini kompressaraløddari útgávu við 392 hk, ið koyrir frá 0-100 km/t upp á undir 5 sekund.

Advanced Lightweight Coupé er ein 2+2 við framúr væl innrættaðari kabinu, har alt er gjørt úr leður og aluminium, og øll instrumentini eru savnaði mitt framman fyri føraran.

Bilurin hevur stóra baklúku og lutfalsliga stórt viðførisrúm

Í dag kostar ein Jaguar XK8 við 298 hk umleið 1,7 milliónir krónur í Danmark.

Myndatekstur:

1.
Jaguar Advanced Lightweight Coupé kemur á marknaðin í 2006 við aluminiumskarossarí og bygdur á aluminiumschassis

2.
Kabinan er framúr væl innrættað, alt er gjørt úr leður og aluminium. Elegant og smart

3.
Bilurin hevur stóra baklúku lutfalsliga stórt viðførisrúm