Eitt flogfar av slagnum Airbus A380, sum er heimsins størsta ferðamannaflogfar, noyddist at neyðlenda í Singapore, eftir at ein spreinging hevði verið í einum motori. Flogfarið var farið av Changi-flogvøllinum í Singapore og hevði bara flogið eina løtu, tá óhappið hendi, og flogskipararnir gjørdu alt fyri eitt av at venda aftur. Myndugleikarnir sendu boð eftir sløkkiliðnum, sum sprændi vætu á flogfarið, áðrenn ferðafólk og manning sluppu út.
433 ferðafólk vóru í flogfarinum umframt manningina, sum taldi 26.
Flogfarið var uppi yvir indonesiskum lendi, tá spreingingin var, og indonesisku myndugleikarnir siga, at petti av flogfarinum duttu niður yvir bygt øki. Millum annað rakti okkurt petti ein skúla, men eingin fekk skaða.