Spreingingin komin undir land

- Nú eru bara tríggjar spreingingar eftir í dýpingini við Tinganes, sigur formaðurin í havnanevndini hjá Tórshavnar kommunu, Jákup Símun Simonsen. Tað líðir væl við dýpingini við Tinganes.

Byrjað var at dýpa í januar og arbeiðið hevur gingið væl. So væl, at Jákup Símun Simonsen, formaður í havnanevndini hjá Tórshavnar kommunu á fundi týskvøldið fekk at vita, at bert tríggjar spreingingar eru eftir.

- Tá tær eru gjørdar, skal botnurin reinsast fyri sprongda grótið. Higartil er umleið helmingurin fluttur burtur, og tá nú restin av botninum er reinsaður, verður kannað eftir, um kneysat standa eftir. Gera tað tað, verða hesir sprongdir burtur eisini, sigur Jákup Símun Simonsen.

Enn er ikki nakar dagur ásettur, tá arbeiðið alment verður liðugt.