Leynar syrgja. Ein arbeiðsvanlukka týsdagin seinnapartin kravdi lívið hjá einum av raskastu monnunum í bygdini í sambandi við spreingiarbeiði í Vestmanna.
Maðurin, ið læt lív, var Jákup Hermansen úr Leynum, ella Jákup á Fossinum, sum hann verður nevndur. Eitt fantastiskt menniskja, siga tey, sum kenna hann.
? Hann var raskur, hjálpsamur og ein góður lærumeistari, sum dugdi ómetaliga væl at halda óvitunum til. Ein svárur missur fyri mong, og ikki minst fyri bygdina. Onkuntíð kennist tað serliga órættvíst, at summi vera skrykt burtur, sigur ein maður, sum plagdi at bóndast og veiða saman við Jákupi á Fossinum í Leynum.
Jákup á Fossinum varð 57 ára gamal, var stakur og hevði eingi børn.
Doyði á staðnum
Arbeiðsvanlukkan hendi týsdagin klokkan 13.45 í sambandi við spreingiarbeiði á Válinum í Vestmanna. Kvívíkar kommuna arbeiðir við at gera reinsiverk, og teir seta brunnar upp. Húsini á Válinum standa dygst við sjóvarmálan, og tað er neyðugt at spreingja helluna fyri at geva pláss til brunnarnar. Fyrrapartin týsdagin skuldu teir spreingja, men tað miseydnaðist. Tað futtaði bara úr holunum, og einki sprongdist.
Spreingimeistarin gekk út frá, at allar perlurnar vóru brostnar, og tí fær Jákup á Fossinum boðini at bora upp úr nýggjum, greiðir Ivan Klein Olsen, sýslumaður í Vestmanna, frá. Tað merkir, at nýggj hol skulu borast nakrar sentimetrar frá gamla holinum, umleið hálvan annan metur niður í jørðina.
? Tá hann kemur niður á botn, halda teir, at hann er komin inn í hitt gamla holið, har ein óbrostin perla liggur. Tað brestur, og borurin sleingist uppeftir í høvdið á manninum, sum doyr á staðnum, sigur sýslumaðurin.
Jákup var einsamallur beint har, sum vanlukkan hendi, men lagnan vildi tað soleiðis, at bróðirin stóð einar 30 metrar frá og arbeiddi við einum rennigravara, tá vanlukkan hendi.
Kanna tilburðin
Tá ein slík arbeiðsvanlukka kemur fyri, skal Arbeiðseftirlitið upp í leikin.
Tíbetur eru vit ikki von við slíkar vanlukkur í Føroyum, men tað merkir eisini, at vit ongar serfrøðingar hava á økinum. Tað hava tey heldur ikki í Danmark, men tað ljóðar, at serkøn hjálp skal fáast í Noregi til kanningararbeiðið.
Enn er ov tíðliga at siga, um tað kundi verið sloppið undan vanlukkuni. Tað fara kanningarnar at vísa.
? Eitt er givið. Onkur skal ábyrgdast, tá slíkt hendir, sigur Ivan Klein Olsen, sýslumaður.
Av arbeiðseftirlitinum verður hinvegin sagt, at teirra uppgáva er ikki at draga nakran til svars. Tað liggur til løgregluna at gera av. Hjá arbeiðseftirlitinum ræður um at fyribyrgja, at slíkt ikki hendir aftur. Nær kanningarnar eru lidnar, fær Arbeiðseftirlitið ikki sagt.