Springaradrápið: Vit búgva øll í glashúsi

Mickey Gjerris, doktari í etikki, sigur við danska kringvarpið, at tað er skil í tí, sum føroyingar føra fram

Tað hevur vakt ans, bæði í Føroyum, og Uttanlands, at føroyingar hildu yvir 1.400 springarum til á Skálaførðinum sunnukvøldið.  Eisini útlendskir miðlar hava tikið málið upp og í Danmark hevur danska kringvarpið, DR, tosað við Mickey Gjerris, sum er doktari í siðalívfrøði, ella bio-etikki, sum tað eitur á donskum.

 

Hann heldur, at tað er ikki av tilvild, at springaradrápið hevur elvt til kjak. Hann heldur, at eitt springaradráp sum hetta, er sum skapt til at birta upp undir eitt kjak um sambandið ímillum okkum, og tey djórini vit eta. Og sambandið vit hava til tey djórini, vit eta, er ikki altíð so skilvíst, ella logiskt, sigur hann.

 

Hann sigur, at hevði tað verið 1.400 grísar vórðu avlívaðir, høvdu øll verið so karvandi líkaglað, tí vit eru so von við, at grísar verða avlívaðir. Hinvegin halda vit, at springarar eru so klókir og tað er ein heilt onnur søga. Tað er tað sama sum at føroyingar høvdu dripið hundahvølpar og kettlingar, sigur hann.

 

– Hetta er eitt gott dømi um, at ymsar mentanir hava eisini ymsa fatan av ymsum djórum. Í India eru kýr heilagar, hjá okkum eru tær mjólkafabrikkir, sigur hann við DR.

 

Tá ið føroyingar skulu verja grindadráp, vísa teir nettupp ofta til tað, sum fyriferst í donskum fjósum og á donskum sláturvirkjum. Og Mickey Gjerris heldur, at hetta er eitt sjónarmið, sum føroyingar hava ein ávísan rætt at føra fram kunnu føra fram.

 

Nógvastaðni eru fólk vard fyri veruleikanum, tí tey síggja ikki kjøtið fyrr enn tað liggur í kølidiskinum í handlinum. Men trupulleikin er, at í sambandi við springaradrápið, er eisini sjálvt drápið sjónligt – og tað halda summi er ógvusligt.

 

– Tá ið grísar verða avlívaðir, er tað fjalt fyri fólki. Vóru sláturvirki bygd úr glasi, høvdu tað verið færri dýr, sum vórðu avlíva á teimum, heldur hann. Men at onnur bera seg skeivt at, merkir ikki, at danir bera seg rætt at. Í sambandi við djóra-etikk, búgva vit øll í glashúsi, sigur hann við DR.