Springarar í Fuglafirði

Sunnudagin løgdu nakrir springarar beinini í Fuglafirði

Bygdrinar í Eysturoynni eru ikki tær, sum liggja fyrst fyri tá grind skal rekast og tær eru heldur ikki allar so vælegnaðar sum grindavágir.

Men sunnudagin legði ein springaraflokkur beinini á sandinum í Fuglafirði.

Av støðini í Runavík siga teir at talan var um einar 12 til 15 springarar.

Býtt var millum grindamenninar og íalt vóru 120 drápspartar, verður sagt av støðini í Runavík.