Ber tað til at viðgera atfinningar móti formanninum, tá tit samstundis seta forboð ímóti at tosa politikk?
Er tað í samsvar við grundsjónarmiðini, at formaðurin álegði valevnum at verja tann skattalætta, sum var givin há- og miðalinntøkum í síðstu samgongu, meðan smámaðurin bara merkti økt avgjaldstrýst?
Er tað í samsvar við grundsjónarmiðini, at tann progressivi skatturin minkar lutfalsliga, meðan avgjaldsokið herðist munandi, og tær breiðastu herðarnar ikki longur bera tær tyngstu byrðarnar (samb. Búskaparráðið), uttan at henda gongd hevur fingið nakra politiska viðgerð í flokkinum?
Er tað í samsvar við grundsjónarmiðini, at alt “arvasilvurið” undir javnaðarleiðslu varð privatiserað, uttan hetta fekk nakra politiska viðgerð í flokkinum?
Er tað í samsvar við grundsjónarmiðini, at veikir sjúklingar liva í óvissu um lívsneyðugt medisin vegna alment pengatrot, samstundis sum formaðurin ætlar at skerja blokkstuðulin?
Er tað í tráð við andan í grundsjónarmiðunum, at Gerhard Lognberg sum einasti javnaðartingmaður varð hildin burtur frá sjónvarpinum í valstríðnum?
Er tað í tráð við andan í grundsjónarmiðunum, at nøkur útvald valevnir í valstríðnum fingu heilsíðulýsingar fyri nógvar 10-tals túsund kr. goldnar av flokkinum umframt aðrar sømdir, meðan Gerharð og hini, ið ikki vóru í krithúsinum hjá formanninum, noyddust at gjalda slíkt tilfar sjálvi?
Nær eru grundsjónarmiðini á www.j.fo, sum kennast mær púra fremmand, einkisigandi og tannleys, samtykt á landsfundi, og nær eru tey gomlu avtikin?
Er tað í samsvar við grundsjónarmiðini, at Jóannes Eidesgaard floksformaður á landsfundi á Svangaskarði 2005 avlýsti klassakampin?