Spyr ikki konufólk og málarar um veðrið

- Tað irriteraði meg, tá fólk søgdu, at tað altíð regnar. Eg visti væl, at soleiðis er tað bara ikki, men eg hevði eingi tøl at vísa á. Eftir at eg byrjaði at skriva niður í februar 2008, gjørdist eg rættiliga bitin av hesum. Sum tíðin gongur, skrásetingarnar eru vorðnar fleiri, og til ber at gera samanberingar, er hetta bara vorðið meiri og meiri áhugavert og spennandi, sigur Birgar Johannesen

VEÐURLAG

Birgar Johannesen, sum føroyingar kenna frá bókaútgávum og tónleikasendingum í Kringvarpi Føroya, hevur heilt síðan í februar mánaði 2008 skrásett, hvussu veðurlagið í høvuðsstaðnum háttar sær. Alla hesa tíð og hvønn einasta dag frá klokkan 08 á morgni til midnátt hevur hann gingið við blokki uppi á sær og hevur fest á blað, tá broytingar eru í veðurlagnum við denti á avfall.
- Alla hesa tíð havi eg skrivað niður, tá broytingar eru í veðurlagnum, tíma fyri tíma, og síðan telji eg saman mánaða fyri mánaða, fjórðingsár fyri fjórðingsár – og ár fyri ár.
Birgar sigur, at hann hevur fylgt sera neyvt við veðrinum, síðan hann byrjaði, og tí eru hansara skrásetingar eisini rættiliga eftirfarandi.
- Men tað ber ikki til at skráseta alt manuelt. Skal alt, sum hendur í veðurlagnum, takast við, mugu onnur tól upp í leikin.
Hann vísir á, at hann í sínari skráseting serliga hevur heft seg við, um tað er avfall ella turt veður, og hvat avfall talan er um.
- Tað er ógjørligt neyvt at skráseta manuelt, hvussu nógvar sóltímar vit hava, sum dagarnir ganga. Men eg geri mær eisini notatir um, hvørt tað er klárt, yvirskýggjað, tám ella mjørki, leggur Birgar Johannesen aftrat.

Grenj um veðurlag
Men hvat var tað so, sum fekk havnarmannin við mammu av Signabø og pápa úr Havn at brúka so nógva tíð upp á at skráseta føroyska veðurlagið?
- Tað irriteraði meg, tá fólk søgdu, at tað altíð regnar. Eg visti væl, at soleiðis er tað bara ikki, men eg hevði eingi tøl at vísa á. Eftir at eg byrjaði at skriva niður í februar 2008, gjørdist eg rættiliga bitin av hesum. Sum tíðin gongur, skrásetingarnar eru vorðnar fleiri, og til ber at gera samanberingar, er hetta bara vorðið meiri og meiri áhugavert og spennandi.
Birgar Johannesen heldur, at fólk eru nøkur stór grenj, tá ræður um veður og avfall.
- Vanligt er at hoyra fólk siga, at tað regnar altíð í Føroyum, men tað passar slett ikki. Tað er turt tað mesta av tíðini. Fyri summi virkar tað soleiðis, at kemur eitt grovt æl, so er dagurin oyðilagdur – tí tað bara regnar og regnar, halda tey.
Spurdur, hvaðani hann heldur, at føroyingar munnu hava tað, at vit brúka so nógva tíð upp á at tosa um veðrið, sigur hann, at hetta hava vit helst fingið inn við móðurmjólkini, sum hann tekur til.
- Tað eru tveir bólkar, tú avgjørt ikki skalt tosa við um veðrið. Tað eru málarar, sum ynskja sær gott málingaveður og konufólk, sum vilja turka klæði úti. Men í veruleikanum vóru 16 turrir dagar í mai í ár.
Hann vísir á, at hóast vit kanska ikki hava besta málingaveður og besta veður til klædnaturking, er kortini turt ein stóran part av tíðini – og ímillum ælini.
- Nakrar dagar herfyri høvdu vit einar tríggjar fylgjandi morgnar við mjørkaveðri í Havn, men tá komið var út á seinnapartin, klárnaði luftin, og sólin fór at skína. Onkuntíð verður sagt, at tað er so nógvur mjørki í Havn. Men tað passar heldur ikki. Tað kann vera, at meiri mjørki er í Havn enn onkra aðrastaðni í Føroyum, men tað er ikki rætt, at ikki er livandi í Havn fyri mjørka.

Skeiv samanbering
Birgar Johannesen heldur, at neyva tilknýti, sum Føroyar á ymiskan hátt hava til Danmark, kann vera ein orsøkin til, at føroyingar grenja so nógv um veðrið.
- Vit hava ofta lyndi til at samanbera føroyska veðurlagið við danska veðurlagið, men tað er púra skeivt. Danmark liggur nevniliga ikki beint hinumegin Nólsoynna, men nógv syðri enn Føroyar, og tí er hesin samanburður skeivur. Veðrið er heldur ikki tað sama í Danmark, sum eitt nú í Grikkalandi. Vit eiga at samanbera okkara veðurlag við eitt nú veðurlagið í Íslandi, Hetlandi og kanska norðara part av Noregi og Skotlandi.
Spurdur, um veðrið ávirkar hansara sinnalag til dagligt, sigur Birgar, at tað heldur hann ikki.
- Nei, tað haldi eg ikki. Og tó. Eg minnist eitt summar tíðliga í nítiárunum, tá vit høvdu liggjandi mjørkaveður í einar 5-7 vikur. Tá var ikki bara mjørki í Havn, men sjálvt fólk, sum sigldu millum lond við Norrønu, søgdu, at eitt mjørkateppið lá heilt úr Hanstholm í Danmark til Seyðisfjarðar í Íslandi, soleiðis at tey nóg illa sóu land í einar tveir mánaðir. Eg arbeiddi sjálvur hjá Smyril Line tá, og eg minnist, at hendan tíðin ávirkaði meg rættiliga fitt. Men vanligt mjørkaveður, har mjørki liggur í ein, tveir ella tríggjar dagar, er slett eingin trupulleiki.
Birgar Johannesen dugir annars ikki at gera seg klókan upp á, hví føroyingar eru so nógv upptiknir av veðrinum.
- Jú, føroyska veðurlagið er skiftandi, og nógv og ymisk dømir eru um, hvussu veðrið kann hátta sær gjøgnum ein dag. Nakrar dagar herfyri var vindur, nógv regn og tám fyrrapartin, men tá so seinnaparturin kom, fingu vit nógva sól.
Og soleiðis er tað við føroyska veðurlagnum.

Yr og Petur Skeel
Í sínum arbeiði at skráseta veðurlagið við denti á avfall, fylgir Birgar eisini væl við, hvat ymisku veðurstøðirnar siga um veðrið komandi dagarnar.
- Eg brúki nokso nógv norsku heimasíðuna www.yr.no, og sum heild haldi eg, at hesin stovnurin er rættiliga neyvur í sínum metingum um veðrið komandi dagarnar. Nakrar dagar herfyri vóru metingarnar tó heilt burtur við, og hetta undraði meg eitt sindur. Stovnurin hevur sagt frá sól og summari í Føroyum í fleiri dagar, men kortini hava vit havt rættiliga támut veður, serliga um fyrrapartarnar.
Tá Sosialurin skifti orð við Birgar Johannesen týsmorgunin, segði yr.no frá regni fyrrapartin, men turrari seinnaparti við klárnandi luft og sól.
Og hendan týsdagin helt veðurforsøgnin rættiliga væl!
- Um fólk brúka www.yr.no og lesa tað, sum Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, sigur í Sosialinum um veðrið, fara tey sjáldan skeiv, sigur havnarmaðurin, sum er so upptikin av at skráseta veðurlagið.
Birgar heldur annars, at føroyingar eru nokso ótolnir eftir summarinum.
- Vit tosa um summar longu í mai, men summar er ikki fyrr enn í juni. Hinvegin er gamalt, at mai mánaði er hin turrasti í árinum, leggur hann aftrat.

Hvat sigur skrásetingin?
Skrásetingin av avfalli í høvuðsstaðnum hjá Birgari Johannesen fevnir um tíðina frá klokkan 08 á morgni fram til midnátt.
- Taka vit mai mánaða í 2008, vóru heilir 25 dagar, har eingin dropi kom av himli. Í ein dag regnaði allan dagin, í tríggjar dagar var regn millum ein og fýra tímar, og ein dag regnaði millum fýra og átta tímar. Haraftrat var ein dagur í mai 2008, har tað sirmaði millum ein og fýra tímar. Samanlagt var turt í 455 tímar og avfall í 41 tímar – í ein heilan mánaða, sigur hann.
Taka vit mai mánaða í ár, vóru til samanburðar 16 turrir dagar, seks dagar, har tað regnaði millum ein og fýra tímar, tveir dagar við regni millum átta og 12 tímar, í tríggjar dagar var kavaavfall og í tríggjar dagar sirmaði millum fýra og átta tímar.
- Taka vit so eisini mai mánaða í 2009, vóru 13 dagar uttan avfall, 13 dagar, har tað regnaði millum ein og fýra tímar, fýra dagar við regni millum fýra og átta tímar og ein dagur við kavaavfalli. Samanlagt fyri mai 2009 var turt í 422 tímar og avfall í 74 tímar.
Birgar Johannesen sigur, at meðan juni mánaði í 2009 var hin turrasti í árinum við 465 turrum tímum, hevur mai mánaði higartil í ár verið hin turrasti í ár við 429 turrum tímum, sum kortini er 26 turrir tímar færri enn í 2008.
- Stutt kunnu vit siga, at rættiliga nógv avfall var í apríl mánaða í ár. Vit høvdu bert níggju turrar dagar, men 22 dagar tilsamans við avfalli, harav fimm dagar vóru við kavaavfalli.
Birgar leggur aftrat, at bæði 9., 10. og 11. mai í ár høvdu vit nakað av kavaavfalli, har tað eisini var kalt. Sama var í mai í 2009, tá vit høvdu enn fleiri kavadagar enn í ár.
- Men í mai 2008 høvdu vit hvørki kava ella kavaavfall, sigur hann.

Turrari í 2010
Sum nevnt í byrjanini av hesi grein, fór Birgar Johannesen undir at skráseta avfall í Havn longu í februar í 2008.
Í einum yvirliti, sum hann hevur gjørt yvir fyrsta fjórðingsár í 2008, 2009 og 2010, sæst, at í fyrsta fjórðingsári 2010 eru 136 dagtímar fleiri turrir enn í fyrsta fjórðingsári 2009.
Við tað, at Birgar ikki hevur januar mánaða í 2008 við, er ikki rætt at samanbera fyrsta fjórðingsár hetta árið við hini bæði seinnu, 2009 og 2010.
Vit kunnu tó taka høvuðstølini við, sum hann í hesum yvirliti hevur skrásett:
Februar/2008: Turt í 312 tímar/ avfall í 152 tímar.
Mars/2008: Turt í 380 tímar/ avfall í 116 tímar.
Januar/2009: Turt í 361 tímar/ avfall í 135 tímar.
Februar/2009: Turt í 301 tímar/ avfall í 147 tímar.
Mars/2009: Turt í 376 tímar/ avfall í 120 tímar.
Januar/2010: Turt í 398 tímar/ avfall í 98 tímar.
Februar/2010: Turt í 390 tímar/ avfall í 58 tímar.
Mars/2010: Turt í 386 tímar/ avfall í 110 tímar.
Birgar Johannesen hevur eisini gjørt eina samanteljing sum vísir, at í januar, februar og mars í 2009 vóru tilsamans 1038 tímar uttan avfall – og 402 tímar við avfalli.
Taka vit so fyrsta fjórðingsár í ár – 2010 – vóru samanlagt 1174 tímar við ongum avfalli – og 266 tímar við avfalli.
- Hetta merkir, sum eg nevndi, at vit hava havt 136 turrari dagtímar í fyrsta fjórðingsári 2010 enn um somu tíð í 2009, sigur havnamaðurin, sum nú á triðja ári neyvt skrásetir avfall og veðurlag í høvuðsstaðnum.