Spyr um avskrivingar fyri smærri íbúðarbyggingar

Løgtingsmaður vil vita, um fyrimunir eru í at broyta markið í avskrivingarlógini soleiðis, at smærri íbúðarverkætlanir fáa somu fyrimunir sum størri

Tað er Eirirku í Jákupsstovu, sum hevur sett Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, ein grein 52a fyrispurning um málið. Hann spyr soleiðis:

1. Hvørjar fyrimunir og vansar sær landsstýriskvinnan fyri sær, um markið í avskrivingarlógini verða tillagað soleiðis, at smærri íbúðarverkætlanir – til dømis 4 eindir – kunnu verða avskrivaðar eftir somu reglum sum íbúðarverkætlanir yvir 10 eindir?

Løgtingsmaðurin vísir á, at Vinnuhúsið hevur ført fram, at tað er ein forðing fyri bygging av íbúðarverkætlanum hjá smærri fyritøkum, at tað ikki eru somu avskrivingarreglur fyri verkætlanir uppá 10 eindir ella meira, sum tað eru fyri verkætlanir við færri enn 10 eindum.

– Vinnuhúsið leggur upp til, at hetta talið verður broytt, so tað til dømis verða 4.

– Tað tykist sum, at alt samfelagið viðurkennir stóru bústaðaravbjóðingina, og tí er áhugavert at vita, um nakrir møguleika liggja í hesum tankunum, ella um tað eru negativar avleiðingar, sum hava við sær, at hetta ikki er vert at fara nærri inn í, sigur

Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi.