Tað er løgtingskvinnan, Liljan Weihe, sum spyrj landsstýriskvinnuna í heilsumálum, Súsonnu Bertholdsen, og tað ger hon í einum grein 52a fyrispurning.
Ítøkiliga spyr Liljan Weihe soleiðis:
1. Hvørjar mannagongdir eru galdandi, tá kvinnur í Føroyum abortera?
2. Nær fáa kvinnur í Føroyum bjóðað hjálp í sambandi við spontanar abortir?
3. Hvat verður gjørt fyri at fyribyrgja spontanar abortir hjá kvinnum í Føroyum?
4. Er nøkur ætlan um at broyta mannagongdir?
Í viðmerking til fyrispurningin sigur tingkvinnan, at mett verður, at fjórði hvør graviditetur endar í einari spontanari abort.
– Fyri kvinnurnar, sum hetta rakar, er tað ein sera svár støða sálarliga, men kann eisini vera kropsliga hart, um kvinnan skal hava eina útskaving aftaná abortina. Vanlig mannagongd eftir spontanar abortir hevur verið, at kvinnan fær at vita, at spontana abortin er náttúrunnar máti at sálda sjúk fostur frá. Fostur við t.d. kromosomfeili. Hetta byggir tó ikki á nágreiniliga gransking, tí millum lítil og ongin gransking er gjørd á økinum. Nakað, sum er galdandi fyri fleiri kvinnusjúkur, sigur Liljan Weihe.
Hon sigur víðari, at orsøkin til spontanar abortir ikki verður kannað nærri, fyrr enn kvinnan hevur havt tríggjar spontanar abortir eftir læknaliga staðfestan graviditet.
– Kvinnur og pør skulu tí gjøgnum nógvan sálarkvøl, umframt kropsligu avleiðingarnar, áðrenn tey fáa hjálp at gerast foreldur. Nakað, sum er tyngjandi fyri bæði foreldur og avbjóðandi fyri parlagið.
– Nýggj gransking vísir nú, at orsøkin kann liggja í stoffskiftinum hjá kvinnum, sum kann kannast og fyribyrgjast. Ein onnur orsøk kann vera vøddaknútar, sum gera tað trupult hjá kvinnuni at halda uppá eitt fostur.
Liljan Weihe heldur, at tað tí kann hugsast, at mannagongdir skulu broytast, so færri kvinnur í framtíðini skulu gjøgnum fleiri spontanar abortir, áðrenn tær fáa hjálp.
Landsstýriskvinnan hevur tvær vikur at svara spurninginum.