Spyr um happing

Javnaðartingkvinnan, Rigmor Dam, vil hava landsstýrismannin í skúlamálum, Bjørn Kalsø, at siga tinginum, um hann ætlar at taka stig til at forbjóða happing í fólkaskúlnum.

Tingkvinnan vísir á kanningina frá 2007 um happing í føroyska fólkaskúlanum, sum vísir, at tá blivu í miðal trý til fýra børn í hvørjum skúlaflokki happað í fólkaskúlanum.

Kanningin um happing ta ferðina vísti, at í miðal 15 prosent av børnunum í fólkaskúlanum vóru happað síðsta mánaðin, harav 13 prosent gentur og 18 prosent dreingir.

Eftir at kanningina vóru skeið fyri lærarar um happing, og ein trivðnarætlan skuldi orðast, men eingin veit, hvussu hesi tiltøk hepnaðust, tí kanningin er ikki fylgd upp.