Tað er Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður í Klaksvík, sum hevur sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein grein 52a fyrispurning um málið. Hann spyr soleiðis:
1. Hvørjar tankar ger landsstýriskvinnan sær um møguleikan at gera koppseting fyri skáldkoppar til part av koppsetingarætlanini fyri børn í Føroyum?
Í viðmerking til spurningin vísir Eirikur í Jákupsstovu á, at í Danmark hava barnalæknar í rúma tíð víst á, at tað hevði verið ein fyrimunur fyri børnini, um tey sluppu undan at gerast sjúk av skáldkoppum.
– Politikarar og onnur hava víst á, at hetta hevði verið ein fyrimunur fyri arbeiðsútboð, arbeiðsmarknað og annað, um børnini ikki gjørdust sjúk av skáldkoppum, og foreldur harvið ikki skuldu vera heima við børnunum hesar dagarnar, sigur hann.
– Somuleiðis hevur verið víst á, at tað gevur ein sosialan ójavna, at summi sjálvi rinda fyri koppseting fyri skáldkoppar og tí ikki verða rakt av negativu avleiðingunum av skáldkoppum, sigur Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi.