Spyrst so livst

Rigmor Dam, mamma, kona, lærari, journalistur og redaktørur á lívsstílsblaðnum ”Rákið” svarar spurningum til brævkassan ”Spyrst so livst”.

Syngja saman parlag


Hey Rigmor

Spurningur: Eg havi verið gift í 3 ár, og eg og maðurin hava tað gott saman. Vit búgva væl og eiga eitt barn. Men vit hava ikki so nógv felags áhugamál. Honum dámar best at putlast við motorsúkkluna í garasjuni og at hyggja at fótbólti í sjónvarpinum. Eg lesi nógv, dámi væl at ferðast og kundi hugsa mær, at vit vóru meira úti á café og matstovum. Hvat skal eg gera fyri at vit kanska gera meira í felag? Ella skal eg lata hann fáa frið og fara út við vinkonunum?

V. Eydna



Góða Eyðna


Svar: Stóri spurningurin í hesum er, um vit eru eitt ella tvey, tá vit eru vorðin hjún? Í mínum hugaheimi er ongin ivi um, at vit eru og verða tvey sjálvstøðu menniskju, formað av persónligum áhugamálum, dygdum og førleikum - eisini tá ringurin situr á fingrinum. Tað er hetta, sum ger tað spennandi at vera tvey.

Tí fari eg at spyrja teg, hvussu tú hevði havt tað, um maður tín í heilum gramdi seg um, at tú ongantíð tímdi við honum oman í garasjuna at putlast við motorsúkkluna ella at hyggja eftir fótbólti í sjónvarpinum saman við honum? Rokni ikki við, at tú hevði hildið tað verið serliga stuttligt.

Heldur skalt tú venda tí og fegnast um, at tú hevur vinkonur við felags áhugamálum, sum tú kanst hugna tær saman við. Vinfólk eru gull verd – eisini tá vit eru í føstum parlagi.

Tað fínasta við kærleikanum er at duga at frøast um, at partnarin blómar og trívist. Tí haldi eg avgjørt ikki, at tú skalt júka mannin um at luttaka her og dér, tá hann ikki hevur hug.

Síggi hesar menninar fyri mær, sum í heilum verða dragsaðir út at vitja fólk, drekka te og eta marengskaku -ella út at shoppa við damuni - bara fyri at gera henni til vildar. Men eg síggi ongantíð mannfólk taka konuna við til fótbóltsdyst ella út at drekka øl ímóti hennara vilja. Rættiliga sigandi faktiskt.

Svarið til tín, góða Eydna, skal ikki skiljast soleiðis, at tit ikki skulu gera nakað saman. Báðir partar hava skyldu til at leggja tíð og orku í húsarhaldið og parlagið, at vera romantisk og sum heild at dyrka hvønn annan. Fært tú heldur ikki mannin við upp á tað, skalt tú gera honum púrasta greitt, at tað eisini er hansara ábyrgd. Hví skulu tit annars vera saman?

Kanska tit í eitt tíðarskeið skulu seta tykkum eitt mál fyri, hvussu nógva tíð og orku tit vilja brúka saman. Fáið eina barnagentu og eitt frívikuskifti viðhvørt, og roynið so at finna eitthvørt, sum báðum líkar at gera. Hava tit onki at tosa um og at gera saman, er vandi fyri, at tit glíða frá hvørjum øðrum. Men tað skal vera eitthvørt, sum tit bæði hava hug til. Og tað nýtist ikki at vera tað heilt stóra og dýra so tit missa móti - bara okkurt, sum bæði tíma.


Góða eydnu við “parleypinum”


v. rigmor



Sjóverk í bussinum


Hey

Spurningur: Eg biði teg bara um góð ráð.

Javnan koyri eg við Bussleiðini í Havn, og tað er ein frálík ókeypis tænasta.

Men viðhvørt koyrir bussurin so skjótt, at vit mugu neyðhalda okkum fyri ikki at detta um koll. Meira enn eina ferð havi eg hoyrt børn siga, at tey hava fingið sjóverk í bussinum.

Heldur tú tað vera rættari at siga tað við bussføraran., sum koyrir soleiðis, ella eigi eg at klaga til kommununa.

Heilsan Rannvá


--


Góða Rannvá

Svar: Ja, hatta er virkuliga troyttandi, nú vit hava fingið eina so frálíka bussskipan. Kanska hevði tað hjálpt, um tú fórt fram til føraran og heppaði hann til at koyra skjótari. “Ja, kom, skjótari, skjótari, jubii.., eg elski at koyra buss”.. Nei, rokni ikki við, at tú fært nakað burtur úr at siga tað við bussføraran. Tá hann koyrir so ófantaligt, er tað helst eitt tekin um, at hann er útbrendur í starvinum. Men tað skal ikki ganga út yvir brúkaran. Send eina klagu til kommununa, sum so kann taka sær av málinum. Hjálpir tað ikki, mást tú bara senda eina klagu afturat.


V. rigmor



Strævin vermóðir


Hey Rigmor

Svigermor gongur meg upp á nervarnar. Maður mín er dani og vit búgva í Føroyum. Mamma hansara býr í Danmark, og hon og maðurin ferðast uttanlands fleiri ferðir árliga. Hon gremur seg alla tíðina um, at vit ikki vitja tey nóg oftani. Hon vitjar heldur ikki okkum serliga ofta. Men, tá hon so er hjá okkum, skulu børnini helst klemma hana, hóast hon ikki vísir teimum nakran áhuga, til dømis, tá tey spæla. Men tey tíma hana onki serligt, og so verður hon særd. Eg og maðurin royna at fáa børnini at tosa við og klemma ommuna, men tað kennist ikki heilt rætt. Nú sendur hon mailar um, at børnini nokk fara at gloyma ommu sína, tá tey ikki hittast so oftani. Men hon vil ikki koma á vitjan sjálv. Góða hjálp mær - eg vil ikki kvetta sambandið við hana, men hon er sooo drøj.

Heilsan Dorit


--


Góða Dorit

Í lívsins eydnuhjóli hevur tú verið heppin at finna ein góðan mann, sum tíverri hevur eina milt sagt strævna mammu. Tað ljóðar sum, at tit bæði eru samd um, at mamma hansara er eitt nummar fyri seg. Børn kenna á sær, um fólk eru tilgjørd og óerlig. Tí taka tey frástøðu frá ommuni. Og tit hvørki kunnu ella skulu noyða tey at dáma, tosa ella klemma fólk ímóti teirra vilja. Eg haldi, at maður tín skal taka eitt álvorligt prát við mammu sína um, hvar tykkara mark gongur, ella hann sendir henni eitt bræv, har hann forklárar tað. Tað er umráðandi, at maður tín ger tað, tí hann kennir mammu sína, og hon hevur lættari við at fyrigeva honum. Vil hon hava samband við tykkum, skal hon virða tykkum, tykkara livihátt og tykkara børn. Ynskja tit ikki, at børnini skulu gloyma ommuna, mugu tit royna at fáa eina fasta avtalu um, hvussu ofta tit vitja hvønn annan. Til dømis, at tit vitja tey eina ferð um ári, og at tey vitja tykkum eina ferð um ári. Skype og myndir kunnu eisini verða við til at varðveita sambandið. Ongin sigur, at tú skalt elska vermóður tína, men royn at geva tol, fáu ferðirnar tit eru saman. Hon er mamma mannin, sum tú fall fyri, so okkurt gott hevur hon gjørt. Tú ynskir eisini at kenna teg vælkomna heima hjá soni tínum, tá hann einaferð verður vaksin familjumaður.


v. rigmor



Hevur tú brúk fyri einum góðum ráði, so send spurningin til: Sosialurin, ”Spyrst, so livst”, postboks 76, Fo-100 Tórshavn, ella til [email protected] .