Ísrael – eitt land fleiri vilja hava rættin til

Síðani ABH samgongan varð skipað 14. september, er eitt av málunum, ið hevur fingið drúgva umrøðu, møgulig føroysk sendistova í Ísrael. Og serliga um hon skal staðsetast í Tel Aviv ella í Jerúsalem. Í hesi greinini verður kagað í søguna og hvørji stríð eru og hava verið í hesum lítla landinum

Støðan í Ísrael, bæði á ísraelskum og palestinskum øki, kann tykjast rættiliga fløkjaslig fyri tey flestu – tá ið hugsað verður søguliga, mentanarliga, átrúnaðarliga, politiskt og hernaðarliga. Og sjálvt tá ið fakta skal lýsast, eru partarnir og eygleiðararnir langt frá altíð samdir um, hvat er hent, og hvørji orð skulu nýtast at lýsa støðuna.

Her skulu vit koma inn á nøkur av hesum málunum. Men við avmarkaðum plássi er ikki møguleiki at venda øllum. 

ST samtykt

Tjóðin Ísrael, sum er á stødd við Jútland í Danmark, varð stovnað 14. mai 1948. Tað var stutt eftir, at lívið varð tikið av seks milliónum jødum undir seinna heimsbardaga

Jødarnir høvdu tá ikki havt nakað land í næstan 1900 ár. Ístaðin høvdu teir búð í nógvum ymiskum londum kring heimin – ofta í ghettum. Frá seinast í 19. øld strongdu sionistar á at fáa sítt egna land. Eftir seinna heimsbardaga varð hetta eitt stórt politiskt mál, at jødarnir, sum eftir vóru – umleið 10,6 milliónir – nú máttu fáa eitt land at liva í.

Tað endaði við, at ST 29. november í 1947 við teprum meiriluta samtykti, at landið, sum tá varð kallað Palestina, varð býtt í eina jødiska og eina arábiska tjóð. Jerúsalem og Betlehem skuldu vera eitt altjóða øki, sum ST skuldi hava umsjón við.

Balfour-fráboðanin

Fram til fyrra heimsbardaga hevði Turkaland ræði á Palestina, men eftir tað fekk Stóra Bretland ræði. Landið varð eisini kallað Transjordan.

Í 1917 sendi bretski uttanríkisráðharrin, Balfour, út eina fráboðan, ið seinni varð kallað Balfour-fráboðanin. Í henni stóð millum annað:

“Hansara hátign, stjórnin sær við vælvilja, at tað í Palestina verður skipað eitt land fyri jødiska fólkið, og vil gera sítt ítasta fyri at fremja hetta í verki. Men tað má vera greitt, at einki skal gerast, sum kann skaða sivil og átrúnaðarlig rættindi hjá ikki-jødiskum samfelagi í Palestina, og heldur ikki rættindi og politiskan status hjá jødum, ið búgva í øðrum londum”.

Í 1922 varð henda fráboðanin góðkend og undirskrivað av øllum 52 limalondunum í Fólkasamfundinum.

Sama ár var Transjordan skipað í tvey. 75 prosent av landinum kom at eita Jordan og varð skipað sum emirat. Tað er núverandi Jordan. Stóra Bretland hevði sostatt nú bara ræði á 25 prosentum av uppruna økinum. Hetta økið varð kallað Palestina.

Balfour-fráboðanin varð ongantíð sett í verk, og í 1948 tók Stóra Bretland seg úr Palestina. 

Palestina

Í Palestina høvdu palestinar og onnur búð í 1900 ár, eftir at teir allar flestu jødarnir vórðu riknir út úr gamla jødiska landaøkinum. Ein stórur partur av landinum var vorðin oyðimørk, og aðrastaðni var stórt mýrulendi.

Frá seinast í 1800 talinum høvdu jødar keypt smá landaøki í Palestina. Teir stovnaðu kibbutzir (smá bygdasamfeløg), dýrkaðu jørðina, og livdu í flestu førum í sátt og semju við sínar arábisku grannar.


Kríggj

Sama dag, sum Ísrael varð stovnað, brast kríggj á. Øll grannalondini hjá Ísrael lupu á nýstovnaða landið. Landaøkið, sum Ísrael hevði fingið tillutað, var mest fram við Miðjarðarhavinum umframt Negev oyðimørkini.

Tá búðu umleið 650.000 jødar í Ísrael.

Kríggið endaði við eini vápnahvíld í 1949, og landamørk vórðu sett, júst har herfólkini stóðu. Ísrael vaks í ferkilometrum, og meginparturin av tí, sum eftir ætlan skuldi vera ein arábiskur statur, varð tikið av Jordan. Her var serliga talan um Sámária og Júdea, sum í dag verður kallað Vestari áarbakki.

Flóttafólk

Í landaøkinum, Ísrael fekk tillutað í 1948, búðu nógvir arábarar. Teir høvdu búð har í øldir. Fyrsti ísraelski forsætisráðharrin, David Ben Gurion, heitti á arábararnar í økinum um at verða búgvandi, og segði við teir, at jødar og arábarar skuldu búgva í frið lið um lið. Men nógvir av teimum rýmdu og fluttu til Vestara áarbakka, sum tá varð undir Jordan. Nakrir vórðu tó verandi.

At nógvir av arábarunum fluttu, hevur eisini sína orsøk í, at leiðararnir í arábisku londunum runt Ísrael heittu á árabiska fólkið um at flyta, “til teir høvdu rikið Ísrael út í Miðjarðarhavið”, og so kundu tey venda aftur.

Fleiri av hesum fólkunum hava livað í flóttafólkalegum ymsastaðni á Vestara áarbakka. Í dag eru tað í fleiri førum triðja ella fjórða ættarliðið, ið vekstur upp í hesum flóttafólkalegunum.

Kríggj og ófriður

Fleiri kríggj hava verið millum Ísrael og arábisku grannalondini, síðani Ísrael varð stovnað í 1948. Tey kendastu eru Seksdaga-kríggið í 1967 og Yom kippur-kríggið í 1973.

Í krígnum í 1967 tók Ísrael allan Vestara áarbakka, Golan herðurnar, Gaza og Sinai hálvoynna. Sinai hálvoyggin varð seinni latin aftur til Egyptaland. Egyptar fingu eisini bjóðað Gaza, men vildu ikki taka av.

Golan herðurnar og Vestari áarbakki og Gaza hava síðani verið undir lutvísum ræðisrætti hjá Ísrael.

Roynt hevur verið frá ymiskum pørtum at fáa frið millum Ísrael og grannalondini. Í nøkrum førum er tað eydnast, tí friðaravtala er gjørd millum Ísrael og Egyptaland í 1979 og millum Ísrael og Jordan í 1994.

PLO

PLO (Palestinski frælsisfelagsskapurin) varð stovnaður í 1964. Nøkur fá ár seinni gjørdist Yasser Arafat oddamaður. Felagsskapurin helt fyrst til í grannalondunum hjá Ísrael, millum annað í Libanon, men hann kom seinni at halda til á Vestara áarbakka og í Gaza. Í 1988 boðaði Yasser Arafat frá, at palestinar skuldu hava egnan stat, og at Jerúsalem skuldi vera høvuðsstaður.

Í 2015 høvdu 137 at teimum 193 limalondunum hjá ST formliga viðurkent Palestina, meðan Ísrael og flestu av londunum í vesturheimium hava ikki.

Í nógv ár var PLO ein yvirgangsfelagsskapur, men seinni gjørdist hann meira ein politiskur felagsskapur. Í 1993 var tann sokallaða Oslo-avtalan gjørd, har palestinar millum annað fingu avmarkað sjálvstýri á Vestara áarabakka og í Gaza.

Fleiri friðartingingar hava verið millum PLO og Ísrael. Fleiri onnur lond hava eisini verið við í friðartingingunum. Einaferð var tætt við, at friðaravtala varð gjørd millum Ísrael og PLO. Semja var um tað mesta, men semja fekst ikki um Jerúsalem, sum báðir partar vildu hava til høvuðsstað í sínum egna landi.

Múrurin

Í nýggjari tíð hava verið tvær intifadair, sum er palestinskur uppreistur.

Fyrst í hesi øldini tóku fleiri palestinar sítt egna lív sum sjálvmorðsbumbufólk í jødiskum marknaðum, bussum, matstovum og aðrastaðni, har jødar savnaðust. Tað endaði við, at jødar settu upp ein múr við píkatráði í fleiri økjum millum Vestara áarbakka og Ísrael. Talan er um múr í parti av hesum økinum, annars er talan um hegn við píkatráði. 

Ísraelsk herfólk hava vápnað eftirlit á fleiri støðum millum Ísrael og Vestara áarbakka, og palestinar kunnu standa í bíðirøð í langa tíð hvønn dag fyri at sleppa ígjøgnum til Ísrael at arbeiða. Ísraelar ferðast ikki nógv øvutan veg.

Politikkur – Fatah og Hamas

Fólkið á Vestara áarbakka og í Gaza hava fingið lutvíst sjálvstýri. Tað eru bólkarnir Hamas og Fatah, ið eru teir ráðandi politiskt. Hamas, ið verður roknað sum meira harðrendur, hevur ræðið í Gaza, og Fatah, ið ikki verður roknað at verða so harðrendur sum Hamas, hevur ræðið á Vestara áarbakka.

Ísrael er einasta fólkaræði í Miðeystri. Seinastu 13 árini hevur tann høgravendi Benjamin Netanyahu sitið sum forsætisráðharri. Tvey val hava verið í Ísrael í ár, í apríl og september, og Netanyahu hevur mist meirilutan. Tað er ikki eydnast nøkrum at skipa nýggja stjórn, og væntað verður nú, at ísraelar mugu á val aftur um ikki langa tíð.

Rakettir

Ísrael tók seg aftur úr Gaza í 2005. Eftir tað hava fólk í Suðurísrael, sum búgva tætt við markið til Gaza, upplivað regluliga at rakettir eru skotnar úr Gaza inn í Ísrael. Bæði børn og vaksin mugu ofta flýggja í bumbuskýli, tá ið alarmar fara í gongd, og í tíðarskeiðum sova tey eisini í bumbuskýlunum.

Rakettir eru eisini skotnar úr Libanon inn í Ísrael. Flestu av rakettunum eru skotnar niður av ísraelsku verjuskipanini.

Ísrael hevur eisini lopið á mál í Gaza á Vestara áarbakka og aðrastaðni, og bæði sivilfólk og hernaðarfólk eru deyð ella hava fingið skaða.

Ísraelskar búsetingar

Í fleiri ár hevur Ísrael stovnað jødiskar búsetingar ymsastaðni á Vestara áarbakka. Ísrael sigur, at hetta er tað gamla bíbilska landið, sum Gud hevði lovað Ábrahami, Ísaki og Jákupi, og at teir sum jødar í dag, tí hava rætt at búgva á hesum støðunum.

Palestinarar siga hinvegin, at her hava teirra forfedrar búð í nógvar, nógvar øldir, og tí er tað teir, ið hava rættin á sínari síðu, at búgva her.

Ísraelsku búsetingarnar hava verið eitt av stóru evnunum í teimum ymisku friðartingunum, ið hava verið.

Í Ísrael búgva ikki bara jødar. Har búgva eisini nógvir ísraelskir arábarar. Tí kann ein ofta uppliva, tá ið ein er í Ísrael, at koyra framvið einari jødiskari bygd, síðani eini arábiskari, og síðani aftur eini jødiskari.

Fólkini í flestu av hesum bygdunum liva í sátt og semju hvør við annan. Hesi hava ísraelskt pass og javnrættindi.

Í Ísrael búgva umleið 8,7 milliónir fólk, (tá eru arábisku ísraelarnir tiknir við). Á palestinskum øki búgva umleið 4,8 milliónir fólk.

Retorikkur

Retorikkurin hevur verið og er sterkur frá báðum síðum. Útsagnir, sum at “Ísrael skal strikast av landakortinum”, og at “Jerúsalem er okkara gudgivni og ævigi høvuðsstaður”, hava verið nógv nýtt.

Sum greitt frá her, eru nógvar ymiskar ósemjur, men ein av størstu spurningunum, er Jerúsalem, ið báðir partar vilja hava til høvuðsstað.

Í hesi greinini hava vit bara nortið við nakrar av mótsetningunum og tvístøðunum, sum eru í landinum. Til ber at lesa meira á netinum, og fleiri bøkur eru eisini um evnið.  

 

-------------

##med2##

Tel Aviv

Tel Aviv er ein nýggjur býur, ið varð bygdur fyrst í 20. øld norðanfyri gamla bíbilska býin Joppe (Jaffa). Umleið 452.000 fólk búgva í býnum, men við forstøðunum er talið 1,4 millión.

Tel Aviv er ein havnabýur, men er serliga kendur sum ein feriustaður við nógvari sól og kilometum av góðari sandstrond, handilsgøtum og øllum tilboðum, sum stórbýir í Vesturevropa hava.

Tel Aviv er eisini kendur sum ein býur, ið er sera frammarlaga innan tøkni.

Í skemti verður sagt, at í Jerúsalem tilbiðja fólk, í Haifa arbeiða tey og í Tel Aviv festa tey.


Jerúsalem

Jerúsalem gjørdist kendur, tá ið Dávid kongur tók býin frá jebusittum fyri umleið 3000 árum síðani. Sonur Dávid, Sálomon, bygdi templið í býnum, og býurin hevur síðani verið ein staður, sum hevur verið miðdepil fyri gudsdýrkanini hjá jødunum. Jødar skuldu til dømis tríggjar ferðir árliga savnast í Jerúsalem á teimum stóru jødisku hátíðunum.

Navnið Jerúsalem merkið “friðarbýurin”, men tað eru tó fáir býir í øllum heiminum, ið hava upplivað so nógvan ófrið. Allar tíðir hevur nógv stríð verið um býin, og hann er fleiri ferðir javnaður við jørðina og síðani bygdur upp aftur. Jødiska templið er brotið niður og bygt uppaftur, men síðani tað seinnu ferð varð brent og brotið niður í ár 70 e.Kr., er tað ikki bygt uppaftur.

Í sjeyndu øld bygdu muslimar kendu Kletta-moskuna á staðnum, har jødiska templið áður stóð, og har stendur moskan enn. Muslimar siga, at Jerúsalem er triðheilagasti býur teirra, eftir Mekka og Medina.

Jerúsalem liggur á 800 metrar hædd uppi á einum fjallaryggi. Múrur hevur øll árini verið rundan um býin, men hann er víðkaður fleiri ferðir.

Í 1800-talinum varð byrjað at byggja uttanfyri múrin, og í dag búgva nógv teir flestu íbúgvararnir, sum eru 920.000 í tali, uttanfyri múrin.

Í vestara parti av Jerúsalem búgva í høvuðsheitum jødar, meðan arábarar búgva í Eysturjerúsalem.

Jerúsalem er merktur av at vera ein átrúnaðarligur býur. Hann er heilagasti býurin hjá jødum og kristnum og triðheilagasti hjá muslimum.

Jerúsalem er høvuðsstaður í Ísrael, og Knesset (ísraelska tjóðartingið) og stjórnin halda til í býnum.