Stig Ahrensbach
(Sent hevur Annika Magnussen)
Ongantíð hevur verið so neyðugt at skilt, hvat Ísrael í veruleikanum merkir. Tey flestu hava sína hugsan um »stríðið í Miðeystri«, men mong hava samstundis ilt við at skilja, hví tað er so torført at fremja frið í hesum økinum. Trupulleikin er, at vit her hava við eitt mál at gera, sum ikki kann greinast út frá einum politiskum, sosialum ella fíggjarligum sjónarhorni ? vit hava her at gera við ein andaligan stríðsspurning, ið bert kann greinast út frá teimum mótsetningum, sum finnast í tí andaliga heiminum.
Útveljan
Útgangsstøðið fyri at skilja stríðið um Ísrael, er at finna í tí guddómliga prinsippinum, ið gongur sum ein reyður tráður gjøgnum alla ta bíbilsku heimssøguna. Prinsippið er: Útveljan. Hetta prinsippið hevur Gud nýtt í allari frelsissøguni, og um vit ikki fáa eyga á tað, er púrasta ógjørligt at skilja týdning og sess Ísraels í søguni.
Lat okkum hyggja at sjey útveljarum, sum allar hava við Ísrael at gera:
1. Gud valdi Adam g Evu millum allar skapningar sínar at ráða yvir jørðini (í Guds navni og anda)
2. Gud valdi Nóa millum allar menn at bera mannaættina víðari og at bjarga øllum djórasløgum eftir syndaflóðina.
3. Gud valdi Ábramham millum øll fólk jarðarinnar at verða ættfaðir hjá jødiska fólkinum og til ? gjøgnum børn síni ? at bera signing til allar ættir heimsins.
4. Av synum Ábrahams valdi Ísak heldur enn Ísmael at taka ímóti teimum lyftum, Gud hevði givið Ábrahami.
5. Gud valdi Jákup heldur enn Esau at taka ímóti teimum lyftum, Gud hevði givið Ábrahami og Ísaki.
6. Gud valdi tólv synir Jákups at verða ættfedrar hjá teimum tólv ættarbólkunum í Ísrael og at taka ímóti teimum lyftum, Gud gav Ábrahami, Ísaki og Jákupi.
7. Gud (Jesus) valdi út tólv jødiskar lærusveinar og seinni øll tey, sum trúgva evangeliunum. Tey fáa lut í teimum lyftum, Gud gav Ábrahami, Ísaki og Jákup, tólv synum Jákups og gjøgnum teir øllum tí jødiska fólkinum.
Eftirkomarar Ábrahams
Tað, at Gud velur út Ábraham og ætt hansara hevur sjálvandi eitt djúpari endamál. Í Eden hevði Gud eftir syndafallið profeterað yvir Satani, at avkom kvinnurnar einaferð fór at knúsa høvur hansara. Tað er upplagt, at hin óndi, eftir hetta lá upp á lúr eftir hesum avkomi, so hann kundi beina fyri Guds ætlan. Tá so Gud kallaði Ábraham, var Satani greitt, at umrødda avkom fór at koma frá ætt Ábrahams. Paulus ger jú vart við, at lyfti Guds varð givið Ábrahami og avkomi hansara ? og hann greiðir frá, at orðið avkom stendur í eintali, og at tað sipar til Kristus (Gal. 3:16).
Tað, sum vit her hava við at gera, er einki minni enn frágreiðingin um, hví jødar í so mong áratúsund hava verið forfylgdir. Mong hava roynt at granska og greina jødahatrið, men veruliga frágreiðingin er at finna í tí markleysu øði hjá Satani ímóti teirri ætt, sum Gud valdi sær til, at heimsins frelsari skuldi renna av.
Opinberingin
Hvussu hevur tað borið til, at jødiska fólkið hevur yvirlivað allar hesar forfylgingar í øll hesi mongu ár ? og hevur megnað at varðveitt sín samleika sum fólk. Paulus svarar hesum spurningi í Rómverjabrævinum, har hann skrivar, at Gud ikki angrar sínar náðigávur og sítt kall (Róm. 11:29). Hóast Harrin stundum hevur revsað fólk sítt, tí tey viltust burtur frá trúnni, so hevur hann kortini ongantíð slept teimum. Tey lyfti, hann gav Ábrahami, Ísaki og Jákup standa við, og tað hava tey gjørt gjøgnum allar tíðir. Tí fer Gud eisini ein dag at opinbera son sín sum hin upprisna fyri jødiska fólkinum ? hetta fer at gera at øll tjóðin fer at venda um (les Zak. 12:9-14).
Opinberingin av Jesusi fer at koma í tí løtu, tá øll vón tykist úti fyri Ísrael. Hatrið ímóti Ísrael fer at koma í hæddina beint undan tí tíðini, tá Jesus kemur aftur. Land eftir land fer at venda sær ímóti Ísrael. Og at enda fara tjóðir frá øllum teimum fýra heimshornunum at savnast og kringseta Jerúsalem, tí tær ætla at taka »býin hjá Konganna Kongi«. Tá fer tað at henda, at himmalin opnast og Jesus kemur við sínum himmalsku herskarum, at festa føtur sínar á Oljufjallið. Hann fer at beina fyri øllum fíggindum Ísraels. Og eftir hesa orrustu fer Harrin sjálvur at »hertaka« Jerusalem og haðani at breiða sítt friðarríki um allan heim.
Mótsigan
Vit hava tosað um guddómliga prinsippið »útveljan«. Eitt andsagnarligt prinsipp, sum upprunaliga var satanskt, er mótisgan. Tað, sum eg við hesum meini er, at tá Gud velur út, svarar hin óndi aftur við mótsigan. Rættari sagt: Tað, sum Gud elskar, hatar Satan ? og øvugt. Kærleiki Guds til fólk sítt ? herí er íroknað samkoman í nýggja Testamenti ? er endaleys. Sama er at siga um hatur Satans til tey útvaldu. Hann roynir tí av øllum alvi at villa tey útvaldu burt av leið ? burt frá vilja og ætlan Guds. Tíverri mugu vit ásanna at tað ofta eydnast honum. Til dømis byggir tann sokallaða friðartilgongdin á púra skeivar fortreytir. Friður verður ikki, um bert Ísrael letur ein part av landinum til palestinar, og als ikki so leingi hesir eru undir islamiskari ávirkan. Fyri muslimsku trúnna er staturin Ísrael undir jødiskum valdi nakað av tí ræðuligasta, sum til er, og tí verða muslimar ongantíð nøgdir við ein part av landinum ? teir stremba eftir at fáa alt.
Nakað, ið ger hetta mál enn meira álvarsamt er, at Ísrael í síðsta enda er Guds land ? og hann hevur sambært skriftunum valt at geva jødiska fólkinum tað. Tí ganga tær tjóðir, ið nú leggja trýst á ísraelsku stjórnina at fáa hana at góðkenna ein palestinskan stat í lovaða landinum, beinleiðis ímóti Harranum sjálvum. Og tað fer um skamma stund at gera, at lemjandi dómur verður feldur yvir hesar tjóðir.
Hetta, sum eg her havi sagt, eigur ikki at týðast soleiðis: »Ísrael bert fyri jød-ar«. Avgjørt ikki. Sjálvandi skal verða pláss fyri »teimum fremmandu«. Men tað er av avgerandi týdningi, at jødiska fólkið varðveitir yvirvaldsrættin yvir øllum landinum; tað hevur Gud nevniliga gjørt av.
Borgarskapur
Hvat skulu vit sum kristin halda um, at tjóð eftir tjóð vendir sær ímóti Ísrael ? vit búgva jú sjálvi í hesum londum? Jú, rætt er tað, men vit eru samstundis borgarar í einum ósjónligum ríki: Guds ríki. Og borgaraskapur okkara í Guds ríki er týdningarmeiri enn nakar annar borgarskapur. Tí hevur tað meira at siga, hvat Gud heldur um Ísrael enn hvat ein donsk, týsk ella amerikonsk stjórn heldur. Um vit, sum borgarar í Guds ríki, seta til viks æviga trúskap okkara ímóti Ísrael eru vit av álvara vilst av leið.