Ísrael vil ikki samstarva við ST-kanningarnevnd

Ísraelska stjórnin er misnøgd við, at tann serliga kanningarnevndin skal ikki kanna ísraelsku pástandirnar um, at flóttafólkalegan Jenin var miðstøð hjá palestinskum yvirgangsmonnum


Upprunaliga segði ísraelska stjórnin seg vera til reiðar at góðtaka, at ST sendi eina nevnd til palestinsku flóttafólkaleguna Jenin á Vestara Áarbakka at kanna, hvat var hent har undir ísraelsku hersetingini. Samstundis segði stjórnin seg vera sinnaða at samstarva við nevndina, men gjáramorgunin boðaði ísraelska útvarpið frá, at stjórnin hevði tikið tilsøgnina aftur.
Stutt eftir segði ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, at hann hevði gjørt av at útseta Miðeystur-ferðina hjá nevndini.
Sambært ST-talsmonnum tók aðalskrivarin avgerðina, eftir at ísraelski ST-sendiharrin, Yehuda Lancry, hevði boðað honum frá, at Ísrael er ikki heilt nøgt við nevndina, og at ísraelska stjórnin heldur tað vera rætt at manna nevndina við fleiri hernaðar- og yvirgangsserfrøðingum. Samstundis hevði Lancry gjørt greitt, at ísraelska stjórnin eisini vil hava nevndina at kanna yvirgangsvirksemið, sum hevði miðstøð í Jenin, og sum sambært sendiharranum var orsøkin til, at ísraelski herurin fór inn í leguna.
Talsmenn hjá Kofi Annan søgdu í gjár, at aðalskrivarin hevði valt at bíða við at senda kanningarnevndina til Miðeysturs, men at nevndin væntandi fer avstað leygardagin.
Hinvegin gjørdu ST-talsmenninir greitt, at aðalskrivarin hevur ongar ætlanir um at manna nevndina øðrvísi, enn hann hevur gjørt, men at hann kanska fer at lata nevndina fáa fleiri serfrøðingar við sær.
Í sjálvari kanningarnevndini eru fyrrverandi finski forsetin Martti Ahtisaari, fyrrverandi flóttafólkahákommiserurin hjá ST, japanarin Sadako Ogata, og fyrrverandi aðalskrivarin í Altjóða Reyða Krossi, sveitsarin Cornelio Sammaruga.