Ísraelska flaggið fær ikki frið

Týsk avís hevur kannað, hvussu leingi ísraelska flaggið fær frið at hanga í Týsklandi

Týska stóravísin Bild hevur gjørt eina roynd at lýsa, um Týskland hevur trupulleikar av jødahaturi í samfelagnum.

 

Hetta kemur í kjalarvørrinum av at fleiri jødar eru álopnir í Týsklandi seinastu tíðina, og at týsku rappararnir, Kollegah og Farid Bang fingu týsku tónleikavirðislønina fyri bestu urban/hip hop útgávu. Tað vakti ramaskríggj, tí at teir í fleiri tekstum vísa til Auschwitz og siga, at okkum tørvar eitt nýtt Holocaust.

 

Hetta er sertakliga eymt í einum samfelag, sum hevur lagt doyin eftir at skapa frástøðu millum seg og Nazi-Týskland undir 2. heimsbardaga.

 

Týskland hevur nú sett sín fyrsta ráðharra móti anti-semitismu í starv, fyri at royna at tálma ella basa trupulleikanum við jødahaturi.

 

Die Bild gjørdi tí eina royn fyri at kanna, hvussu umfatandi jødahaturin í Týsklandi er. Avísin ætlaði at kanna, hvussu leingi eitt ísraelskt flagg slapp at hanga í frið í nøkrum av stóru týsku býunum.

 

Úrslitini váttaðu illgrunan hjá týska blaðnum, at trupulleikin er ræðandi. Í Berlin slapp flaggið at hanga í 48 minuttir, áðrenn ein maður royndi at seta eld á tað. Í München bleiv tað rivið niður og tveitt í skrell aftan á 61 minuttir og í Frankfurt am Main, Heidenau og Duisburg-Marxloh fingu fløggini frið at hanga í ávikavist 81, 135 og 148 minuttir, sambært týsku avísini.

- Jødahaturin má aldrin fáa gróðrarbotn í Týsklandi aftur. Vit kunnu ikki lata eygu og oyru aftur. Somikið skylda vit okkara fortíð og okkara jødisku og ísraelsku vinum, sigur Heiko Maas, uttanríkisráðharri í Týsklandi við Bild.