Ísraelska framferðin í Jenin eigur at verða kannað

Ísraelska stjórnin avsannar, at hermenn hennara framdu hópmorð í flóttafólkaleguni Jenin, men fleiri vilja kortini hava staðfest, hvat veruliga hendi, tá ísraelski herurin fór inn í leguna tann 3. apríl

Eingin veit, hvussu nógvir palestinar doyðu í flóttafólkaleguni Jenin. Palestinskir talsmenn hava sagt, at umleið 500 fólk doyðu, tá ísraelskir stríðsvognar og gravkýr fóru inn í leguna. Sambært teimum palestinsku talsmonnunum skutu stríðsvognarnir eftir húsum, sjálvt um fólk vóru inni, og gravkýrnar javnaðu eisini fleiri hús við jørðina, meðan fólk vóru inni í húsunum. Tí vilja palestinararnir vera við, at nógv fólk liggja deyð undir húsaleivdunum. Ísraelskir talsmenn hava víst hesum aftur. Teir halda, at minni enn hundrað fólk doyðu í Jenin.
ST-embætismenn, sum vóru í Jenin hósdagin, siga, at har sær ræðuligt út. Serligi ST-sendimaðurin, norðmaðurin Terje Rød Larsen, segði við tíðindafólk, at Jenin líkist mest einum jarðskjálvtaøki. Hann helt tað vera burtur av allari leið, at ísraelski herurin hevur havt útgongubann í gildi í Jenin í ellivu dagar, og at herurin sýtti hjálparfelagsskapum atgongd til tey neyðstøddu í leguni.
- Eg síggi tveir brøður, sum royna at toga pápan undan húsaleivdunum. Vit síggja eisini, at ein 12 ára gamal drongur verður grivin undan. Hann er illa brendur, segði Terje Rød Larsen við tíðindastovuna AP. Samstundis vístu sjónvarpsmyndir, at líkini av 70 palestinum vórðu jarðað í einari hópgrøv.
Krevja kanning
Alt fleiri og fleiri krevja, at altjóða samfelagið skal kanna, hvat veruliga hendi í Jenin. Bretski uttanríkisráðharrin, Jack Straw, segði aftan á ein fund við ein bretskan diplomat, sum hevði verið í Jenin, at málið eigur at verða kannað.
- Øll prógv, sum eru atkomilig, benda á, at ísraelski herurin hevur nýtt óneyðuga harðrenda framferð. Tað havi eg fingið at vita frá okkara egnu, sum hava verið í Jenin, og hetta er so álvarssamt, at Ísrael eigur at standa til svars fyri tað, sum er hent, segði Jack Straw.
Eisini danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, sigur, at tilburðurin í Jenin eigur at verða kannaður.
Ísrael hevur víst aftur kanningum, og amerikanska stjórnin hevur gjørt greitt, at USA fer at nýta sýtingarrættin, verður kanningarmálið lagt fyri ST.