Ússaligt eplaár

Kalda og turra veðrið tíðliga í summar gjørdi, at eplagrøðin í ár var minni enn í fjør

Hvørt ár hevur Búnaðarstovan royndarveltur. Flagveltu á Miðgerði í Kollafirði og hyppiveltu í sandjørð á Sandi.
Í ár vórðu sett 22 sløg niður, og tað vóru bæði kend og nýggj sløg av eplum.
Grøðin var í miðal 2-3 fold minni fyri tey flestu sløgini enn í fjør, sigur Peder Th. Haahr, sum stendur fyri hesum royndunum.
Veðrið var orsøkin til, at árið royndist so illa. Fyrst var tað nógv kaldari enn vanligt, og tað mesta av mai og juni var nógv turrari enn vanligt.
Juli og august vóru ikki so galnir, men fleiri veltur fingu skaða um mánaðarskiftið august-september av nógvum vindi, sum breyt slokkarnar. Hinvegin var næstan eingin svartaspilla í ár.
Heldur seint varð sett niður á Sandi, men har varð veltan vatnað fleiri ferðir, og tað bøtti um úrslitið.

Nýggj góð sløg
Í flagveltuni á Miðgerði vórðu fýra nýggj ónevnd sløg best. Mette royndist eisini væl. Oleva og Folva, sum hava verið millum tey bestu í fleiri ár, vóru í ár ikki líka góð.
Í veltuni á Sandi royndust Oleva og Hanna væl, men eitt nýtt slag var uppaftur betri, og tey onnur nýggj sløg góvu eisini góða úrtøku.
Peder Th. Haahr væntar, at nøkur av nýggju sløgunum eru vers at fáa til setepli næsta ár. Eitt av teimum kundi avloyst Raja, sum ikki fæst longur. Raja kann tó fáast sum vistfrøðiligt, men tá verður tað dýrari.
Nýggju sløgini eru ymisk. Summi geva stór epli, og onnur geva smærri epli.

Tilmæli
Peder Th. Haahr mælir til næsta ár at seta hesi sløg niður í flagveltu: Folva, Mette, Destiny og Hanna sum hvít epli. Oleva, Raja og eitt nýtt slag, sum fyribils verður nevnt GRL-1, men óvist er, nær hetta slagið verður at fáa
Í moldveltu er tilmælið hetta: Folva, Hanna og eitt nýtt slag av hvítum eplum. Reyð epli: Oleva, Rosagold og eitt nýtt slag.
Raja trívist ikki í kálkríkari jørð.

Soppur
Aftur í ár hevur rótasoppur verið at sæð í veltum. Eyðkennið er heilt nógv, 20-25, smá epli undir hvørjum slokki og grøn vanskeplað epli.
Tað ber til at fyribyrgja sjúkuni við at viðgera seteplini við einum soppadrepandi evni.
Epli í moldveltu kunnu setast niður til endan av mai, men best er ikki at bíða longur enn til fyrst í mai. Flagvelta gevur best úrslit við at seta niður seinast í apríl ella fyrst í mai.
Gamalt var at seta niður flaggdagin.
Í ár varð alt ov seint sett niður í fleiri flagveltum, sum tí ikki komu nóg væl fyri seg.
Um tað ikki regnar skjótt eftir niðurseting, gerast fløgini til torv og bugla uppeftir.
Peder Th. Haahr mælir til at taða við klorfátøkum NPK við nógvum kalium í ella við Nitrofoska. 40-50 gramm til hvørt epli gevur góða frukt og góðan smakk, men verður taðað ov nógv, gerast eplini vatnutt.