Í gjárkvøldið og í dag hevur avmarkað túratal verið um við Smyrli um Suðuroyarfjørð vegna veður.
Og aftur í morgin verða avlýsingar í ferðaætlanini hjá Smyrli, boðar ssl.fo frá:
Seinast dagført: 22. januar kl. 15:55
Leið 7: Vegna veður verða hesar broytingar á leið 7 í morgin, fríggjadagin 23. Januar: Túrurin av Havnini kl. 13:00 verður fluttur til kl. 15:30 og túrurin av Krambatanga kl. 16:00 verður fluttur til kl. 18:30 Túrarnir av Havnini kl. 18.30 og av Krambatanga kl. 21.00 verða ikki sigldir.
Bygdaleiðir í suðri koyra samsvarandi broyttu ferðaætlanini.











