VIDEO: Týskland hevur fýra stig aftaná sigur á Portugal

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Týskland-Portugal 32-30 (11-11)

Mynd: Eurohandball

Týskland liggur nú væl fyri aftaná tveir dystir í EM-millumbólki 1, ið verður leiktur í Boxen í Herning.

 

Týskland vann seinnapartin tepran 32-30 sigur á Portugal. Í steðginum var støðan javnleikur 11-11. Týskland hevur nú fýra stig fyri tveir dystir. Teir fingu tvey stig við sær úr innleiðandi bólkaspælinum. 

 

Tað leikaði javnt á allan dystin, og ongantíð vóru meira enn tvey mál á muni. Fyri Týskland gjørdist tað avgerandi, at liðfelagin hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í THW Kiel, Andreas Wolff stóð væl í týska málinum. Hann var eisini valdur til dagsins leikara.

 

Miro Schluroff var toppskjútti hjá Týsklandi við sjey málum. Francisco Costa, ið saman við Óla Mittún og svenska, Nikola Roganović er í uppskoti til at vera heimsins besti ungi leikari, skoraði heili 10 mál fyri Portugal. 

 

Skráin fyri EM-millumbólk 1:

 

Hósdagin 22. januar:

 

14.30: Týskland – Portugal 32-20

 

17.00: Spania – Noreg

 

19.30: Frakland – Danmark

 

Leygardagin 24. januar:

 

14.30: Frakland – Portugal

 

17.00: Spania – Danmark

 

19.30: Týskland – Noreg

 

Mánadagin 26. januar:

 

14.30: Portugal – Noreg

 

17.00: Spania– Frakland

 

19.30: Týskland – Danmark

 

Mikudagin 28. januar:

 

14.30: Spania – Portugal

 

17.00: Týskland – Frakland

 

19.30: Danmark – Noreg

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Týskland-Portugal 32-30 (11-11):

 

##med2##

 

Mynd: Eurohandball