SSL skippar gamla siðvenju

Nú skal Pól úr Fugloy gjalda fyri at koyra ein posa við trimum havhestum umborð á Rituna.

Í morgun lá eitt bræv umborð á strandfaraskipinum Teistanum, har Marin H. Gaardlykke, ferðslusamskipari hjá Strandfaraskipum Landsins, ger vart við, at nú skal eingin farmur koyrast beinleiðis umborð á strandfaraskipini – uttan um farmastøðina.

 

- Meginreglan er altíð hon, at allur farmur frá fyritøkum, eitt nú feløgum, áhugafeløgum, ítróttarfeløgum eins og hjá privatfólki skal vera frankeraður.

 

Marin H. Gaardlykke vísir á, at farmabræv altíð skal fylgja við.

 

- Øll, ið senda farm við SSL, hava somu treytir, og verður ófrankeraður farmur førdur fyri onkra fyritøku ella fyri privatfólk, kann hetta - av øðrum fyritøkum - tuklast sum sersømdir, sigur hon.

 

Tað var hin 23. desember í 2015, at ferðslusamskiparin sendi út hesa áheitan.

 

- Men, tíverri hevur áheitanin verið ivasom, tí ymiskt er, hvussu tekstur kann tuklast, sum hon tekur til.

 

Marin H. Gaardlykke leggur dent á, at nú skal alt frankerast. Tað merkir, sigur hon, at gamla "siðvenjan" ikki longur stendur við.

 

- Pól úr Fugloy skal nú gjalda fyri at koyra ein posa við trimum havhestum umborð á Rituna - og Fía úr Fugloy skal gjalda fyri sínar tríggjar súltutoyskrukkur, sum eisini fara umborð á Rituna.

 

Soleiðis sigur Marin H. Gaardlykke, sum nú sker út í papp, hvussu skipanin við farmi við Strandfaraskipum Landsins skal verða frameftir.