Øssur er útbúgvin málari. Umframt arbeiða sum málari hevur hann eisini havt fleiri lastbilar, og seinastu 14 árini hevur hann havt náttarbussin, sum koyrir millum Vestmanna og Havnina í vikuskiftunum.
Øssur er eisini kendur frá 60-ara bólkinum Thunderbirds, har hann spælir gittar og syngur.
Øssur er sonur Helfred, f. Simonsen, úr Tjørnuvík, og Eivin Christiansen úr Kvívík. Øssur er giftur við Siggu Poulu, f. Olsen, úr Vestmanna. Tey eiga fýra børn: Magni og Eivin, sum búgva í Danmark, Høgni, sum býr í Vestmanna, og Gunrið, sum býr í Kollafirði.
Føðingardagin er Øssur burturstaddur.
-red