Øssur D. Eiriksfoss, sum umboðar Hvirluna, setti um vikuskiftið nýtt føroyskt met í hæddarlopi, tá ið hann luttók í Grand Prix-kapping á Tórsbreyt. Føroyska metið átti hann sjálvur, og setti hann tað á oyggjaleikunum á Isle of Wight í fjør, tá ið hann við 1,95m hoppaði eitt bronsuheiðursmerki í hús.
Hann hevði nakað av trupulleikum og tørv á nøkrum eyka lopum fyri at koma upp ímóti metinum, men tá ið tvørstongin varð flutt ein og ein sentimetur, var hann yvirlegin og hoppaði 1,96m.
Hann gavst tó ikki so og royndi at gerast fyrsti føroyingur upp um 2,00m. Hetta eydnaðist í triðju og seinastu royndini, og gjørdi hann harvið eitt veruligt hál og ríkar um vónina hjá frælsa ítróttarheimi okkara til oyggjaleikirnar á Bermuda komandi summar.
Tað, sum er sermerkt hjá Øssuri, er, at hann ikki venur serliga nógv hæddarlop.
- Eg venji mest fimleik og síðani frælsan ítrótt við síðuna av. Tað mennir meg mest, og eg venji hæddarlop eina ferð um vikuna, sigur Øssur, sum tó metir, at fimleikurin gevur hann kropsliga førleikan at gera seg galdandi í hæddarlopi.
Hæddarlop er ikki júst ein kend ítróttargrein í Føroyum, og vit spyrja tískil um umstøður eru fyri at menna seg teknist í hesi greinini.
- Eg havi Hera Ziska sum venjara, og hann er ein kastari. Men hann er ein all-roundari, sum hevur sett seg inn í fleiri ítróttargreinar og veit nógv um alt, sigur Øssur.
Øssur D. Eiriksfoss kann eisini sjálvur sigast at vera ein all-roundari, tí hann ger seg sanniliga eisini galdandi í fimleiki. Longu fyri trimum árum síðani á Álandi vann hann heiðursmerki, og við seinastu fimleikaoyggjaleikir vann hann heili 7 gull, eina silvur og eina bronsu.
- Nú havi eg sett mær eitt mál at leypa upp um tveir metrar á oyggjaleikunum á Bermuda komandi ár. Tað er ilt at siga, hvussu langt tað ber, tí støðið er ógvuliga ymiskt. Onkuntíð hava verið tríggir íðkarar omanfyri tveir metrar, og onkuntíð bara ein. Men nú eru færri luttakarar við tilsamans á Bermuda, so vit fáa at síggja. Eg ætli mær í øllum førum heiðursmerki, sigur Øssur.
Á komandi oyggjaleikunum eru bæði frælsur ítróttur og fimleikur við, men hann hevur eina vón um at fáa tað at hanga saman og luttaka í teimum báðum.
- Eg fari sum bæði fimleikari og íðkari í frælsum ítrótti. Eg havi ikki fingið eyga á skránna enn, men um hon verður sum við seinastu leikirnar, so fái eg gjørt bæði fimleik, trístøkk og hæddarlop, sigur Øssur at enda.