Við á framsýningini hevur hann eisini tvær sjálvsmyndir, tvær tekningar av tónaskaldinum á Sandi, eina tekning av Richardi Long, eina av Mao, eina av Jesusi, eina av Grethu Thunberg og Trump, eina av Tindhólmi og eina av einum dripnum donskum soldáti, sigur hann.
Framsýningin í Tjørnuvík letur upp í morgin, fríggjadagin 25. oktober klokkan 16 og er opin til og við sunnudagin 27. oktober. Allar dagar er opið frá kl. 16 til 20. Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Øssur Johannesen.