Tað vóru heimafavorittarnir, sum vunnu, tá ið teir næstbestu hjá B36 í kvøld vóru gestir hjá B68 á Svangaskarði.
Úrslitið var 3-1. Tá ið tað var hálvleikt, vísti máltalvan 2-0.
Hetta var fyrsti dysturin hjá B68 á heimavølli, síðani Øssur Hansen tók um stýrisvølin í barndómsfelagnum. Í fyrstu royndini á útivølli gekk eisini væl, tí tá vann B68 3-2 í Sørvági.
Eitt korter var farið, tá ið Búi í Hjøllum setti hol á, og sjey minuttir undan steðginum økti Karstin Clementsen um leiðsluna til 2-0.
Sjey minuttir eftir steðgin minkaði Jonas Warner um munin, og so var tað aftur spenningur í. Hann helt sær, inntil tríggir minuttir vóru farnir út um vanligu leiktíðina. Tá staðfesti Bárður Ó. Jensen 3-1 heimasigurin.
Úrslitið ber við sær, at B68 er á fimta plássi við 31 stigum. Tað eru sjey stig fram til 07 Vestur, sum er á fjórða plássi.
B36 hevur 21 stig og er á áttanda plássi. Tað er bara eitt stig aftur til HB, sum er á níggjunda plássi og harvið er undir strikuni. Dysturin hjá HB í hesum umfarinum verður týskvøldið, tá ið HB skal til Klaksvíkar.