ST: 847 sivil eru deyð í Ukraina

ST stúrir fyri, at talið av deyðum og skaddum er væl størri, tí tað er trupult at fáa upplýsingar úr økjunum, sum eru harðast rakt í krígnum.

ST sigur, at fleiri enn 50 børn eru deyð og eini 80 hava fingið løstir. Tølini kunnu saktans vera væl størri.

Síðan russisku innrásina hin 24. februar og fram til á midnátt hin 18. mars eru sambært ST 847 fólk deyð í Ukraina, av hesum eru fleiri enn 50 børn.

 

Harumframt hava 1399 fólk fingið skaðar, harav 80 børn. ST vísir á, at her er talan um sivilfólk - og ikki hermen. 

 

ST stúrir fyri, at talið av deyðum og skaddum helst er væl størri, tí tað er so trupult at fáa upplýsingar úr økjunum, sum eru harðast rakt í krígnum.

 

Her verður serliga hugsað um býirnar, Mariupol, Volnovakha í Donetsk, Izium í Kharkiv, Sievierodonetsk og Rubizhne í Luhansk og Trostianets í Sumy-regiónini.

 

- Flestu eru deyð ella hava fingið skaðar í álopum við rakettum úr luftini, skriva útlendskir miðlar í dag, sum vísa til ST-keldur.

 

 

 

ST sigur, at fleiri enn 50 børn eru deyð og eini 80 hava fingið løstir. Tølini kunnu saktans vera væl størri.