Støðan er ikki so, Bjørt

“Tá hini reiða ból og vit bara gráta”, er yvirskriftin á eini grein, sum Bjørt Samuelsen hevði í bløðunum í farnu viku. Hóast Bjørt leggur annan týdning í hesi orðini, so koma vit ikki uttanum, at tað eru mong, sum í hesum døgum hava grund til at gráta, tí politikarar hava sett fullveldismálið hægri enn tað bólið, sum hesum fólkum varð unt.

Inntøkur landskassans vórðu við fríum vilja lækkaðar, og nú eru vit av álvara farin at merkja avleiðingarnar av hesum.

Rakar meint, men munar lítið
Bjørt sigur seg undrast á tær sparingar, sum landsstýrið hevur gjørt á almannaøkinum, tí sparingarnar muna nærum einki á stóra undirskotinum á fíggjarlógini. Men tað er júst tað, sum er tað syrgiliga. Gjørdu sparingarnar raka meint, men tær muna kortini so evarska lítið á eini fíggjarlóg, sum hevur næstan 800 mió. krónur í undirskoti. Har skal nógv meira til.

Vaskar sínar hendur
Bjørt roynir í greinini at venda trupulleikan yvir á tað, hon kallar “skattalættarnir hjá ABC”. Men her haldi eg at hennara søguliga innlit svíkur, tí tað var nevniliga ikki ABC-samgongan sum var upprunin til skattalættarnar.

Tann 19. februar 2003 legði Karsten Hansen (táverandi tjóðveldismaður) uppskot fyri tingið um at lækka landsskattin í 2003 og 2004 við tilsamans 125 mió. krónum. Í viðmerkingunum til uppskotið sæst, at sjálvstýrislandsstýrið helt, at skattalættarnir fóru at vera eitt positivt íkast fyri samfelagsbúskapin.

Uppskotið varð eftir 1. viðgerð beint í fíggjarnevndina, har meirilutin (Óli Breckmann, Kristina Háfoss, Tórbjørn Jacobsen og Kári P. Højgaard) skrivaði soleiðis í álitinum: “Hesin skattalættin er liður í einum langtíðar skattapolitikki, ið hevur til endamáls at lækka skattin á arbeiði. Væntast skal tí í samsvari við samgonguskjalið ein framhaldandi minking í skattatrýstinum í 2005 og 2006.”

Hetta vísir at Sjálvstýrislandsstýrið ætlaði at lækka skattin øll árini, meðan tey sótu, tí hetta skuldi vera gott fyri fólkið og landsins búskap. Men sjálvstýrissamgongan slitnaði í desember 2003, og tí bleiv tað ABC-samgongan, sum kom at standa fyri skattalættunum í 2005 og 2006.

Veruligi trupulleikin
Nú aftaná hava hesi somu fólkini eftir øllum at døma fingið eitt ”forkláringsproblem”, tí blokkniðurskurðurin, sum einki skuldi kosta tí vanliga føroyinginum, rakar sera hært í samfelagnum, og tí verður støðugt víst til ”skattalættarnar hjá ABC”. Tey vilja helst hava fólk at gloyma, at Sjálvstýrislandsstýrið var upprunin til skattalættarnar, og at blokkniðurskurðurin er tann stóri trupulleikin, sum bæði landskassi og Føroya fólk hava fingið at dragast við.

Tiltøk aftaná tiltøk verða sett í verk, men - sum Bjørt sigur tað so væl: Tað munar so lítið.