Støðan hjá summum fangum í Føroyum er alarmerandi

Umstøðurnar eru so vánaligar, at fleiri fangar enn neyðugt, verða settir í isolatión og avbyrgdir frá øðrum

Í Amnesty International í Føroyum fegnast tey um, at rættargangslógin nú verður broytt. Ognú Løgtingið fer at viðgera málið, vísa tey á, at umstøðurnar í varðhaldinum í Mjørkadali eru ikki nóg góðar.

– Umstøðurnar í Mjørkadadali eru orsøkin til, at fleiri verða sett í isolatión í Føroyum enn neyðugt, og verða avbyrgd frá øðrum, og lutfalsliga verða nógv fleiri sett í isolatión í Føroyum enn í Danmark.

Tey, sum eru varðhaldsfongslað, eru undir stórum trýsti, og nógv teirra stríðast við sálarligar trupulleikar, sigur Amnesty International í Føroyum í eini viðmerking, nú Løgtingið fer at viðgera málið.

– Tey hava avmarkaða atgongd at sosialari samveru og fáar møguleikar at vera virkin. Tí eru umstøðurnar hjá teimum ógvuliga truplar, hóast tey ikki eru dømd fyri nakað.

– Eisini eru tølini fyri avbyrgingar í varðhaldinum alarmerandi, hóast vit vita, at eftir nøkrum heilt fáum døgum kunnu summi fáa varandi sálarligt mein av at sita avbyrgd, sigur Amnesty.

Tey vísa á, at tað er ivingarsamt um vit lúka treytirnar í mannarættindasáttmálanum hjá ST á hesum øki.

– Høvdu vit havt meiri enn ta eina varðhaldi í Mjørkadali, hevði talið á fangum, sum verða settir í ísolatión, verið minni, tí sum støðan er nú, er tað óneyðuga stórt, sigur mannarættindafelagsskapurin.

Kortini fegnast tey um at krøvini fyri at kunna varðhaldsfongsla fólk, verða herd á summum økjum, so at tey líkast krøvunum í Danmark.

Danmark liggur annars á odda við flestum varðhaldsfongslingum. Í 2012 vóru 33 prosent av øllum fangum varðhaldsfongslað, aftur ímóti 25 prosent í Noregi og Svøríki.

Í Finnlandi vóru tey 19 prosent og í Íslandi 12 prosent, so tey halda ikki, at Danmark er nakað at spegla sær í.

Men í Danmark eru tølini á fangum, sum verða isoleraðir, minkað yvir 90 prosent síðani 2001.

Í Føroyum eru tølini sum í talvuni niðanfyri:

 

##med2##

– Hava vit fólkatalið í Føroyum í huga, eru tølini lutfalsliga nógv hægri í Føroyum enn í Danmark. Hyggja vit at 2017, vóru tilsamans 17 avbyrgingar í donskum fongslum móti heilum 13 í føroyska varðhaldinum.

– Hóast varðhaldið í Mjørkadali er eitt varðhald, er tað eisini bæði eitt opið og eitt afturlatið fongsul.

– Fólk, sum arbeiða í skipanini, siga, at av tí at varðhaldsfongslað sita saman við fangum, sum kunnu fáa vitjan, og sum sleppa út, mugu tey oftari lata lynda at verða isolerað.

– Umstøðurnar hava eisini avleiðingar fyri tey, sum sita dóm, tí hesi noyðast at laga seg eftir varðhaldsumstøðum, hóast tey hava rætt til fongsulsumstøður.

Hetta hevur stóra ávirkan á gerandisdagin, tí umstøðurnar í einum varðhaldi krevja meira eftirlit og fleiri avmarkingar.

– Og ein annar stórur spurningur er, um tað kann góðtakast, at fangar verða sendir til Danmarkar at sita drúgvari dómar, sigur Amnesty International í Føroyum.