Hondbóltur
Síðani venjaraskiftið herfyri tykist StÍF vera í ferð við at reisa seg úr øskuni, sum liðið hevur verið í seinastu mánaðirnar.
Seinasti sigurin skal framvegis finnast í november mánaði, men avrikini seinastu dystirnar hava víst eitt lið, sum er ført fyri at taka dystin upp við hini.
Og tað slapp Neistin eisini at kenna stóran part av dystinum á Skála sunnudagin. Hóast sigurin at enda gjørdist rættiliga sannførandi, so var tað ikki fyrr enn seinastu 10 minuttirnar, at tað veruliga skrædnaði. Fram til tá hevði munurin støðugt verið eitt og tvey mál, og hóast strandingar bert tvær ferðir í øllum dystinum komu upp á javnt, hildu teir alla tíðina stutt tjóður í mótstøðuni.
Breiddin í hópinum hjá Neistanum er tó stór, og tí ber til hjá liðnum støðugt at skifta út, samstundis sum klassaspælarar eru á mest sum øllum plássum.
Tað gav at bíta móti dystarenda, tá orkan hjá strandingum ikki helt til meira av trýstinum. Neistin vann seinastu 10 minuttirnar við 9-2, og so er møguleikin á heilt teoretiskum støði, um Neistin ikki skal tryggja sær atgongd til FM-finaluna.
Strandingar eru hinvegin framvegis bara eitt stig oman fyri niðurflytingarplássið. Ein lagna, sum ikki hóvar siðvandu hondbóltsbygdini serliga væl, og tað verður fyrst og fremst hetta, ið sleppast skal undan komandi dystirnar.
Fakta um dystin
StÍF-Neistin 21-31 (10-12)
10 min: 2-6
20 min: 6-7
40 min: 15-17
50 min: 19-23
Málskjúttar
StÍF: Marius Joensen 5, Borgar Danielsen 5(2), Suni Ernstsson 4, Bárður B. Danielsen 3, Jóanes Prestá 2, Cristian Preda 2
Neistin: David Edvardsen 13(1), Finnur Hansson 5, Jákup Apol Hentze 4, Sjúrður Thomassen 3, Ingi Olsen 3, Kristian Dulavík 2, Karl Oddmar Rasmussen 1
Brotskøst: StÍF 3, Neistin 2
Útvísingar: StÍF 3, Neistin 2
Dómarar: Kári Hansen & Sámal Paulason