Seinasti dysturin í landskappingini hjá monnum varð leiktur í høllini á Skála mánakvøldið millum StÍF og Neistan. Dysturin varð útsettur frá vikuskiftinum vegna jarðarferð.
StÍF vann dystin við trimum málum eftir at hava verið á odda við einum máli við steðgin.
Dysturin var merktur av, at einki var at spæla fyri. StÍF fekk bronsuna, og Neistin fekk silvurmerkini eftir dystin. Eftir var bara æran at spæla fyri, og strandingar vóru tó stinnari tá avtornaði.
Neistin betri byrjan
Tað vóru havnarmenn, ið komu best frá byrjan, og teir løgdu sjógv ímillum beinanvegin. Tá hálvleikurin var hálvrunnin, var Neistin frammanfyri við fýra málum.
Dysturin vendi brádliga, tá StÍF tók annað skinn um bak. Eftir lítlari løtu hevði heimaliðið vent dystinum og var frammanfyri við hálvleikssteðgin.
Neistin megnaði ongantíð at fáa StÍF aftur í seinna hálvleiki, og heimaliði førdi frá byrjan til enda. Heini Joensen hevði einaferð møguleikan, men hann brendi brotsskastið.
StÍF fór sostatt við báðum stigunum og endaði á triðja plássi. Neistin mátti taka til takkar við silvurmerkjunum í landskappingini eins og í steypakappingini. Havnarliðið mundi hava væntað sær í minsta lagi eitt gullmerki undan kappingarárinum.
Dysturin í tølum:
StÍF ? Neistin 29-26 (13-12)
StÍF: Bent Djurhuus 7, Alexandur Johansen 6, Artur Johansen 6, Leivur Justinussen 4, Jón Rasmussen 3, Andre F. Danielsen 2, Anfinnur Joensen 1
Neistin: Heini Joensen 11, Kári Mortensen 4, Jacob Jónsson 3, Birgir Kass 3, Helgi Justinussen 2, Ragnar Stakksund 1
Útvísingar: StÍF 2, Neistin 2
Brotskøst: StÍF 4, Neistin 2
Dómarar: Uni Wardum og Hannis Wardum