StÍF fær mannað lið

Frágongdin hevur verið stór, men StÍF fer hóast alt at hava eitt lið við í Hvonndeildini.

Tað hevur ljóðað, at kvinnuliðið hjá StÍF hevur havt somikið stóra frágongd í summarsteðginum, at tað var ivasamt, um tað fór at eydnast teimum at manna eitt lið til komandi kappingarárið í Hvonndeildini.


So ring er støðan tó ikki. Tað sigur formaðurin í StÍF, Alexandur Johansen, sum í kvøld váttar fyri in.fo, at StÍF fer at hava eitt kvinnulið í Hvonndeildini komandi kappingarár.


Hann viðgongur, at frágongdin hevur verið stór, og at StÍF-liðið helst verður ógviliga ungt til kappingarárið, ið er fyri framman.


Sum kappingarárið í fjør fráleið gjørdist StÍF-liðið alsamt meira skert, og tær endaðu eisini á aftasta plássi í Hvonndeildini við fýra stigum fyri 20 dystir.