VÍF legði seg á odda í Okkaradeildini, og KÍF er nú bert trý stig frá Kyndli, ið er nummar fýra.
Hetta er staðfest aftaná dystirnar í kvøld. VÍF vann 42-34 á Team Klaksvík. Í steðginum var javnleikur 19-19. Seinastu 20 minuttirnar dróg VÍF frá Team Klaksvík.
VÍF: Filip Jojic 9, Sjúrður Olsen 8, Jóhan í Garðastovu 7, Hallur Arason 5, Andrias Eriksen 4, Magnus Müller 3, Jón Müller 2, Jákup Andreas Joensen 2, Rúni Joensen 1, Julian Olsen 1.
Team Klaksvík: Hørður Fannar Sigtórsson 9, Sámal á Tjaldrafløtti 8, Christoffer Madsen 8, Jens Pauli Mohr 5, Jón Eli Ragnarsson 2, Vilhelm Vilhelmsen 1, Petur Martin Eliasen 1.
KÍF vann 31-24 á StÍF á Skála. KÍF legði lunnar undir sigurin í fyrra hálvleiki, tá teir vóru á odda 17-10.
StÍF: Pætur Barclay 6, Rani Højgaard 5, Martin Danielsen 4, Pætur Johansen 3, Ivan Mrdalo 2, Teitur Nilssen 2, Djóni Petersen 1, Dávid Danielsen 1.
KÍF: Rúni Joensen 10, Atli Hammer 7, Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Borko Cupara 2, Poul Egholm 2, Ásmundur Langgaard 1, Teitur Joensen 1, Ási Dam 1, Joakim Jürs 1.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna frásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Dia Midjord, venjara hjá StÍF.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá KÍF, Rúna Joensen.
Dia Midjord staðfestir, at dysturin var taptur longu í fyrra hálvleiki, tá StÍF var aftanfyri við sjey málum. Rúni Joensen vónar, at H71 koppar Kyndli í annaðkvøld, tí so kunnu teir í KÍF hála seg nógv inn á Kyndil, tá KÍF og Kyndil hittast í høllini í Kollafirði, sunnudagin klokkan 16.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 15 | 422 | 384 | 38 | 21 |
NEISTIN | 14 | 368 | 319 | 49 | 20 |
H71 | 13 | 326 | 290 | 36 | 18 |
KYNDIL | 14 | 364 | 316 | 48 | 17 |
KÍF | 15 | 371 | 368 | 3 | 14 |
STÍF | 14 | 321 | 380 | -59 | 8 |
TEAM KLAKSVÍK | 15 | 355 | 470 | -115 | 2 |