Kyndil var oddaliðið, men tað var StÍF, sum átti lógvabrestirnir í høllini á Hálsi mikukvøldið. Allir spældu upp til sítt besta, eingin sveik, og tí vann strandaliðið uppiborið 27-23 á Kyndli, sum varð fullkomiliga runnið um koll í seinna hálvleiki.
Tað var annars heimaliðið, sum kom betur frá byrjanini, og teir lótu ikki StÍF koma framum, fyrr enn tjúgu minuttir vóru spældir. Men so fóru strandingar hinvegin at draga frá, og tá hálvleikt var, vóru teir á odda 16-13.
Í byrjanini av seinna hálvleiki minkaði Kyndil til 16-15, men so fór StÍF veruliga í gongd, og næstu minuttirnar spældu teir nakað av tí besta, sum hevur verið at sæð higartil í kappingini. Havnarmenninir blivu mestsum áskoðarar eina løtu, og teir raknaðu ikki við aftur, fyrr enn støðan var 22-16 til StÍF.
Munurin minkaði eitt sindur aftur, og Kyndil royndi seg við at mansverja Artur Johansen, men tað gjørdi ikki tann stóra munin, og Kyndil hótti ongantíð veruliga gestirnar aftur, sum fyri aðru ferð í landskappingini vunnu á Kyndli, umframt at teir eisini vunnu á teimum í steypakappingini, tá sum 2. deildarlið.
Tað er torført at taka nakran framum á StÍF-liðnum, men kortini er tað ikki synd fyri hinar at nevna tveir: Sveinbjørn Poulsen, sum vísti stak gott strikuspæl, og málverjan Johan Danielsen, sum hevði nógvar frálíkar bjargingar, m.a. eina týdningarmikla, tá hann vardi fyri brotskastið frá Jacobi Jónsson. Tá vóru tríggir minuttir eftir, og støðan var tá 26-23 til StÍF. Hevði bólturin farið í mál tá, kundi endin á dystinum blivið meira spennandi, enn hann bleiv.
Tað kundi hann kanska eisini, um Kyndil hevði havt eitt sindur meira hepni við skotunum hjá sær. Einaferð tók bólturin báðar stengurnar, áðrenn Johan fekk fatur á honum, og eina aðru ferð lá hann og hoppaði inni á strikuni, áðrenn málverjin ognaði sær hann.
Men StÍF átti dagin, og teir tykjast nú at hava fingið gott tak á Kyndli, sum teir hava vunnið tríggjar ferðir í ár. Sigurin var eisini týdningarmikil á tann hátt, at strandingar nú eru komnir upp á triðja pláss. Kyndil er framvegis nummar eitt, men teir kundu uttan iva hugsað sær at vunnið mikukvøldið, tí so høvdu teir verið rættiliga langt framman fyri tey flestu av hinum liðunum. Men nú tódnaði stigatalvan aftur, og vit kunnu vænta okkum eitt sera spennandi endaspæl, har fleiri lið fara at liggja framvið eftir FM-heitinum, sum VÍF hevur vunnið tvey tey seinastu árini.
Kyndil-StÍF 23-27 (13-16)
Kyndil: Jacob Jónsson 10 (1), Rúni Poulsen 4, Hans Áki Dahl-Christiansen 3, Regin Petersen 2, Hannis Wardum 2, Uni Wardum 2.
StÍF: John Petersen 8, Artur Johansen 5 (3), Sveinbjørn Poulsen 5, Jónleif Sólsker 4, Agnar Højgaard 3, Marius Joensen 2.
Ávaringar: Kyndil 2, StÍF 1.
Útvísingar: Kyndil 4, StÍF 5.
Reytt kort: StÍF 1.
Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen & Jákup Sverri Kass.