Tað hevur verið framgongd at hóma hjá Tjaldrinum í seinastuni, og bæði Kyndil og VÍF hava fingið harðari mótstøðu, enn tey helst høvdu roknað við.
Tí var tað eisini við eitt sindur av spenningi, at fólk sóu fram til dystin móti StÍF í Runavík sunnudagin. Men her vísti tað seg, at StÍF og serliga málverjin Johan Danielsen kendu uppskriftina til at steðga gamla liðfelaganum Pola Hansen, sum nú er spælandi venjari hjá Tjaldursmonnum.
Poli skeyt einki mál sunnudagin, og so hjálpti tað lítið, at Jens Martin Knudsen skeyt 11. StíF vann dystin 31-19, og tað var fult uppiborið. Artur Johansen var sum vant millum toppskjúttarnar við seks málum, men Marius Joensen vísti, at hann hevur eina góða framtíð sum 1. deildarspælari, við eisini at skjóta seks mál. Annars komu næstan allir StÍF-spælararnir á málskjúttaralistan, og málini vóru rímiliga javnt býtt.
Tað byrjaði annars væl hjá heimaliðnum, sum legði seg á odda 2-0 við málum í fyrsta og fjórða minutti. Men so steðgaði alt upp, og StÍF kom næsta korterið upp á 10-3. Jens Martin Knudsen skeyt trý tey fyrstu málini, og tað er merkisvert, at fyrstu nítjan minuttirnar av dystinum megnaði eingin annar á liðnum hjá Tjaldrinum at skora.
Men tað er eisini ein góð mynd av, hvussu illa tað gekst í hond hjá heimaliðnum í fyrra hálvleiki, sum teir taptu 6-17. Bert seks mál í einum hálvleiki, har Johan Danielsen í StÍF-málinum m.a. vísti, at hann kennir Pola Hansen sera væl, tí hann lúrdi hann av hvørjaferð. Tað tyktist eisini, sum um Tjaldursliðið fall í fátt, tí tað gekk so striltið við at fáa mál.
Í seinna hálvleiki kom eitt sindur meira skil á spælið hjá vertunum. Spælið var ikki so stressað, og strandingar tóku ivaleyst eisini uppgávuna eitt sindur lættari. Seinni hálvleikur endaði eisini rættiliga javnur ? StÍF vann hann 14-13 ? men tað var í fyrra hálvleiki, at dysturin varð avgjørdur.
Tjaldursliðið er samansett av ungum og eldri spælarum. Í eldra enda finna vit Abraham Hansen, sum er 39 ár, men sum framvegis spælir sum er hann 25. Sami Abraham varð annars rikin av vøllinum fyri at hava skump í ryggin í einum StÍF-mótálopi. Hetta vóru teir á heimaliðnum ikki serliga nøgdir við, men tað merkti so, at Abraham mátti gevast átta minuttir áðrenn dysturin var liðugur. Og heldur ikki Jens Martin slapp at spæla dystin lidnan. Tá ein minuttir var eftir, fekk hann sína triðju útvísing, og so hevði Tjaldrið bert seks útispælarar at taka av. Men tá var so lítið eftir av dystinum, at tað ikki merktist, og harafturat var munurin so stórur, at tað ikki fekk nakra ávirkan.
StÍF vann seg upp á 11 stig og hevur nú aftur fingið samband við oddaliðini. Tjaldrið stendur hinvegin framvegis á null, og eftir nakrar teprar ósigrar fingu teir ein niðurtúr aftur sunnudagin. Í kvøld spæla teir dystin móti Neistanum í Havn (dysturin sum skuldi verið spældur í byrjanini av kappingini), og seinasta avbjóðingin hjá teimum í grundspælinum verður á heimavølli móti KÍF, ið er liðið, sum í løtuni er næst teimum.
StÍF hevur hinvegin tveir torførar útidystir eftir í grundspælinum. Í kvøld spæla teir í Havn móti Kyndli, og komandi sunnudag enda strandingar fyrru helvt av kappingini móti VÍF í Vestmanna.