ST fordømir ikki álopið í Jerusalem

Tað eydnaðist ikki ST-trygdarráðnum at semjast um at fordøma álopið á ein skúla í Jerusalem í gjárkvøldið Tað var USA, sum hevði kallað trygdarráðið saman at fordøma álopið á skúlan, sum kostaði átta mannalív, men Libya vildi ikki taka undir við fordømingini uttan so, at hon eisini umfataði ísraelsku álopini á Gaza, sum hava kostað umleið 120 mannalív.

Palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, fordømdi í gjárkvøldið álopið á skúlan í Jerusalem. Hamas sigur harafturímóti, at álopsmenninir er hetja.

Í gjárkvøldið var ivi um, hvussu nógvir álopsmenninir vóru, men ísraelska løgreglan sigur, at talan var um ein álopsmann, sum kom úr Eysturjerusalem.