Stóð fyri tørni at verða myrdur

Mánakvøldið tók biskupurin ímóti stuðlinum, sum Skótahjálpin í Føroyum hevur veitt til hjálpararbeiði millum børn í Kolumbia

Hjálpararbeiði

Av teimum 100.000 krónunum, sum Skótahjálpin í ár letur til barna-og ungdómsarbeiði, verða 50.000 krónur latnar sjálvhjálparbólkum fyri børn og ung í Føroyum, ið hava mist foreldur við deyða. Hinar 50.000 krónurnar verða latnar til hjálpararbeiði millum børn í Kolumbia. Restin av tí peningi, sum Skótahjálpin í ár gav, 33.468 krónur, fara í Bráfeingishjálpargrunnin.

Tito í Føroyum

Við eina almenna gudstænastu í Vesturkirkjuni mánakvøldið varð stuðulin til hjálpararbeiði handaður.
Kolumbiski biskupurin, Tito Jesus Mora Esquerra, var komin úr Noregi at taka ímóti hjálpini, og hann talaði eisini við gudstænastuna í Vesturkirkjuni, meðan Bergur Debes Joensen týddi taluna til føroyskt.
Atlantsflog og Tórshavnar Sjómansheim hava stuðlað ferðini og uppihaldinum hjá biskupinum í Føroyum.
Tito Jesus Mora býr sum flótti í Noregi, haðani hann roynir at hjálpa børnum í heimlandinum, sum er fongt við ræðuligari korruptión.
Biskupurin úr Kolumbia sigur í samrøðu við Sosialin, at hann er ovfarin av landinum og fólkinum, ið her býr.
- Hetta er eitt ógvuliga vakurt land, tit eiga, og her býr eitt sera vinsælt fólk.
Hann vísir á, at umstøðurnar í Føroyum og Kolumbia á ongan hátt kunnu samanberast.
- Men bæði her í Føroyum og í Kolumbia eru børn sum hava uppiborið ein góðan og tryggan uppvøkstur, sigur hann.

Hóttur eftir lívinum

Bæði anglikanska kirkjan, har Tito Jesus Mora starvaðist og katólska kirkjan í Kolumbia, verða forfylgdar av myndugleikunum í landinum.
Tær ríku familjurnar, sum stýra landinum, vilja ikki, at tey fátøku, sum eru teirra arbeiðsmegi, skulu upplýsast.
- Tá ið vit skipa fyri undirvísing fyri hesum børnum, gerast tey upplýst og meira bevíst um sína støðu og vilja ikki finna seg í hvørjum sum helst.
Biskupurin vísir á, at tað er ein liður í ræðuligu korruptiónini at halda fólkinum niðri á einum støði, har kunnleikin er lítil og eingin.
- Okkara arbeiði hevur gingið út yvir fleiri av mínum nærmastu starvsfeløgum, sum eru myrdir í Kolumbia, sigur biskupurin.
Sum skilst, hevur korruptiónin í landinum kostað fleiri anglikanskum og uppaftur fleiri katólskum prestum lívið, og tað var um reppið, at biskupurin, Tito Jesus Mora, eisini lá eftir á, áðrenn hann slapp úr landinum.
- Eg var næsta málið hjá teimum, men av tí, at eg tá sat í fongsli fyri mítt arbeiði, slapp eg við lívinum, sigur hann.

Hjálpir úr Noregi

Síðan biskupurin kom til Noregs fyri fýra árum síðan, hevur hann hjálpt børnum í Kolumbia.
Við sær úr Føroyum hevði Tito Jesus Mora so tær 50.000 krónurnar frá Skótahjálpini, sum hann vegna børnini í Kolumbia var ógvuliga takksamur fyri.
Tito Jesus Mora Esquerra er nógv avhildin millum eitt nú studentarnar á skúlanum í Stavanger, har hann hevur sína dagligu gongd og samskiftir við fólk í Kolumbiu um hjálpararbeiði.
- Biskuppurin hevur nógv at læra okkum við sínum verumáta og sínum ágrýtni fyri at hjálpa øðrum, siga næmingar á skúlanum, har eisini onkur føroyingur gongur.